so var Samudeen Musah fyrstur á og lyfti bóltin í bleytum boga uppum B68 málverjan og so var 1-1. Samudeen Musah er suverenur TB toppskjútti við 10 málum. Næstur honum á málskjúttaralistanum hjá TB er [...] Tað endaði 1-1, tá ið TB í dag bað bestu deildini farvæl á hesum sinni. B68 var gestur í Trongisvági, og eftir innlegg úr vinstru frá Marjus Nón var tað Sebastian Lau Nielsen, sum við nærra stólpa stakk [...] er Mohamed Samba, sum skoraði sjey mál, áðrenn hann sleit krossbandið og ikki hevur verið á vøllinum, síðani oyggjauppgerðina í Trongisvági 28. september, tá ið tað endaði 2-2, og Samba noyddist av vøllinum
har sum ættin stendur á, men kortini verður tað roknað við, at allir dystirnir vera spældir. Meistararnir í KÍ eru komnir til Runavíkar, og ferðslan er longu nógv úr Klaksvík og út á Skálafjørðin. At hann [...] hann er høgur í ættini ber við sær, at fimleikarahøllin BYLGJAN verjir fyri vindi á vøllinum. Hjá áskoðarunum er tað gott hugskot at vera væl ílatnir. HB er í Gøtu, og høgættin kennist væl í Sarpugerði. [...] ger, at tað er spælandi í Sørvági í dag. B68 er í Trongisvági, har TB sigur farvæl við bestu deildina á hesum sinni. Í Trongisvági er vindferðin tann sama, sum hon er í hinum plássunum, har tað seinnapartin
fram komandi árini, hóast ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til Vestmannatunnilin fyri 2026 og frameftir? Í viðmerking til spurningin vísir hann á, at í uppskoti til fíggjarlóg fyri 2025, stóð m.a [...] Grímur Sundstein, sum við einum grein 52a fyrispurningi spyr landsstýrismannin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um tunnil til Vestmanna. Spurningarnir eru soljóðandi: 1. Nær verður væntandi farið [...] 2025. – Nú arbeiðið at gera tunnil til Tjørnuvíkar er farið í gongd kann væntast, at ferð eisini kemur á fyrireikingarnar til Vestmannatunnilin. Men hóast greiða setningin um, at ‘Tá Tjørnuvíkartunnilin er
Fríggjadagin 3. oktober vardi Heiðrikur í Garði Mortensen ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universitet. Í stuttum snýr ritgerðin seg um sambandið ímillum basaltháslættar og fornar veðurlagsbroytingar. Ritgerðin [...] province volcanism and weathering”. Heiðrikur hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Institut for Geoscience á Aarhus Universitet, skrivar gransking.fo. Christian Tegner, professari, hevur verið hø [...] forfólk Verkætlanin varð fíggjað av DFF – Danmarks Frie Forskningsfond Samandráttur Jarðfrøðiliga søgan á jørðini er merkt av fleiri tíðarskeiðum, har veðurlagið er broytt ógvuliga skjótt og har stórir partar
einum munnligum fyrispurningi, sum er spurningur nummar 15 á skránni í Løgtinginum í dag. Tingfundurin byrjaði klokkan 11, har einasta mál á skánni er munnligir fyrispurningar. Inn eru komnir 23 munnligir [...] Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spyr í munnligum fyrispurningi í Løgtinginum í dag Jóhan Christiansen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um hann ætlar at taka avleiðingarnar av »fjaldu [...] fjaldu upplýsingarnar fáa avleiðingar fyri onnur? Í viðmerking til fyrispurningin vísir Jørgen Niclasen á, at sambært fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fyri Løgtingið 30. september, varð tað ikki tikið
Bern einki stig hevur. Í bólki C vunnu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus á heimavølli 34-30 (21-13) á slovenska liðnum, Grosist Slovan. Jóhan skoraði sjey mál, og var næstbesti m [...] bólkaspælinum í EHF European League leikt. Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu vann í heimadysti í bólki B stórsigur 34-21 (16-9) á pólska liðnum, Ostrow. Tað letur til, at Elias skal fyribils ikki spæla [...] Arena í Hannover stórsigur 40-28 (22-15) á Tatran Presov úr Slovakia. Vilhelm skoraði trý mál. Í sama bólki leiktu Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof á heimavølli javnt 29-29 (12-14) móti danska
landsstýrismaðurin skal hava ein kjans at fáa skil upp á Fiskimálaráðið, sigur Jacob Vestergaard. Man hann vísir á, at í morgin eru munnligir fyrispurningar á skránni í Løgtinginum, og tá fara uttan iva at koma [...] sum kunnu avdúka, um hann hevur skil á sínum aðalráð ella ikki. Men tað stutta av tí langa er, at Jacob Vestergaard fer ikki at leggja fram misálitisuppskot á Jóhan Christiansen – í hvussu er ikki í dag
hvussu hon fer at atkvøða, um Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum fer at leggja misálitisuppskot á Jóhan Christian, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Jacob Vestergaard tvíheldur framvegis um, at ávaringarnar [...] Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, og Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, tann 24. oktober í fjør løgdu fram uppskot um misálitisváttan á Ingilín [...] Johannesen tá. Tí gjørdist tað ikki aktuelt hjá andstøðuni at leggja fram misálitisuppskot á landsstýrismannin. Málið um Jóhan Christiansen er soleiðis annað málið um landsstýrismann og møguligt misálitisuppskot
trimum dystunum gjørdist 4-3 til B36. B36 megnaði ikki at vinna á EB/Streymi á heimavølli, og EB/Streymur megnaði heldur ikki at vinna á B36 á heimavølli. EB/Streymur – B36 1-3 (0-1) - 19. oktober 0-1 Hannes [...] Hannes Agnarsson (11.) 0-2 Mattias Weihe Joensen (58.) 1-2 Ábraham Klein Joensen (63.) 1-3 Jóhann Hansson Joensen (90.+) B36 - EB/Streymur 0-0 - 24. mai B36 - EB/Streymur 1-2 (0-1) - 3. mai 0-1 Boubacar
teir hava. Undan síðsta umfari er tað greitt, at B36 fer ikki á sumri í 2026 at luttaka í Europa, og tað er vónbrot, tí málið hjá B36 er á hvørjum ári at vera við í Europa. B36 hevur 39 stig, og tað eru [...] hevur B36 mist tey stigini, sum resta í fyri at vinna seg undir liðina á Víkingi. Í Gundadali vann EB/Streymur í 8. umfari, sum var á krossmessu, 2-1, og í 11. umfari, sum var 24. mai, endaði tað málleyst [...] Lindh, legði gestirnar á odda. Hetta var fimta málið í ár hjá Hannesi Agnarsson. Beinanvegin eftir steðgin skifti B36 tveir nýggjar spælarar inn. Símun Sólheim avloysti Róa Hansen á vongverjanum í vinstru