enn er langt á mál. Flogfarið var av slagnum Boeing, og ein umboðsmaður hjá verksmiðjuni sigur við grikska blaðið TA NEA, at tað eru nógvir spurningar, sum bíða eftir svari. Heru eru 17 teirra: 1. Hvat [...] m? 3. Hvar var flogskiparin, tá tey bæði griksku jagaraflogførini vórðu send at kanna, hvat bagdi kýpriska flogfarinum? 4. Higartil eru líkini av 118 av teimum 121, sum við vóru, funnin? Hví er líkið av [...] vantandi ilt, og teir skuldu tí havt tíð til at taka flogfarið niður í 12.000 fóta hædd, har nóg mikið er av ilt. Varnaðust teir ikki ávaringarljóðini? 9.Flogfarið datt niður, tí tað hevði einki brennievni
Á føroyakortinum hjá ALS sæst, hvar í landinum, arbeiðsloysi er. Arbeiðsloysið er lægst á Sandoynni, har fýra persónar fáa arbeiðsloysisstuðul. Síðani er tætt millum Norðstreymoy, Norðoyggjar og Vágar [...] rum úr 1,25% niður í 1%. Í 2013 var eginognin hjá ALS 207 milliónir krónur, men síðani hevur arbeiðsloysið verður so lágt, at nú er eginognin komin upp á heilar 910 milliónir krónur. Støðan er tann, at [...] 10, 11 og 12 í løtuni móttaka arbeiðsloysisstuðul. Í Eysturoy er talið 15, í Suðuroy 30 og í Suðurstreymoy er talið 89. Arbeiðisloysið er annars metlágt í løtuni. Sambært Hagstovuni vóru bara 0,8 prosent
eftir, at dysturin er lokin. Vit fara eitt sindur til síðis og fáa okkum eitt prát um, hvussu tað er hjá einari 18 ára gamlari gentu at verða berandi kraft hjá einum av oddaliðunum í 1. deild hjá kvinnum [...] hevur varhugan av, at tað er ein lætti fyri Jacklin, at Ioana er komin á liðið, tí nú er tað sum oftast rumenin og ikki Jacklin, ið verður mansvard. Hinvegin førir mansverjing av rumenska venjaranum við sær [...] kvinnuhondbólti er alsamt vaksandi, leggur hon aftrat. Tó hevur Jacklin eitt hjartasuff, og tað er tann arbeiðshátt, ið fjølmiðlarnir mangan brúka, tá ið teir siga frá kvinnuhondbólti. Alt ov ofta er tað so, at
illa heim. Men í dag er hon tó fegin um at hava roynt at hildið jól á ein so øðrvísi hátt. Kristina heldur, at hetta at royna eitt skúlaár úti í heimi er við til at menna ein nógv. Hon er sera fegin um, at [...] Kristina, meðan hon vísir myndir frá klettinum. Og tað er ikki ein klettur, sum vit kenna teir. Ayers Rock stendur mitt í ongamannalandi í Avstralia, og onki er rundanum, uttan fjøll langt burturi og sandur, steinar [...] býttir, sigur hon smílandi. Og heldur fram, at við tíðini gjørdist tað ein vani at siga, hvar hon var frá, og hvar Føroyar liggja. Hon segði tað bara altíð í einum setningi, so slapp hon undan teimum somu
Soleiðis skrivaði Sosialurin 1. mai í 1937: »Í øllum londum, har ið arbeiðaraflokkurin er vakin og medvitandi um styrkina í savningini av allari arbeiðarastattini, er 1. mai vorðin flykingardagurin mikli [...] Hvat er orsøkin til, at vit ikki eru uppi í heari stóru alheimsfylking? – Er tað tí, at her valdar kuldin og svøvnurin? – Er tað tí, at arbeiðarafjøldin, fiskimaðurin og arbeiðarin enn ikki er vorðin [...] songum og røðum. 1. mai er av sonnum hátíðardagurin mikli, felagsdagurin mikli, fylkingar- og stríðsernisdagurin mikli hjá fjøldini, hjá tí frælsisstremandi flokkinum kring heimin. – Hvussu er tað til, at vit
Nolsøe frá aftan á lutakastið. Tað er soleiðis, at um ein tekur tøl frá eitt til fimm, so fær ein fimm hvít talv og fýra svørt. Og tað er ein fyrimunur í talvi, líka sum tað er at hava servuna í tennis. Kappingin [...] fram í Norðoyggjum er, at hann byrjaði upp á fyrireikingarnar har, og so var tað so líka til, at kappingin bleiv løgd í Norðuroyggjum. Talv er eitt av teimum fáu spælunum, sum ikki er baserað upp á hepni [...] ímóti í fyrsta umfari. Eyðun Nolsøe kom upp sum tann níggjundi í røðini, og hann segði skemtandi: " Hvar er so hatta fýratalið"? Og so tók hann ein bókling, og heppin var hann, tí inni í stóð fýratalið. Tað
radiogrundaða neyð og trygdartænastan á havinum nú er yvirtikin 1. februar 2002. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin sett eina forkanning í verk. Endamálið er at klárleggja VHF-útbreiðsluviðurskiftini í [...] reglulations, og Fjarskiftiseftirlitið er próvdómari til hesar próvtøkur, sigur landsstýrismaðurin. Hann vísir á, at sambært IMO GMDSS Masterplan 1995, er altjóða viðtikið, at 1. februar 2005 heldur tann kravda [...] skipanin í gildi. - Tórshavn Radio er útgjørt við hesi skipan og eisini fleiri føroysk skip og bátar. DSC-skipanin merkir, at lurtivaktin er digital (talgild) á VHF-rás 70. Einki er tó, sum forðar fyri, at føroyskir
HIV-smittu er fráboðaður síðan 1996 og eingin tilburður av eyðkvæmi síðan 1995. Hvussu smittar sjúkan? Nógv tann vanligasti hátturin er gjøgnum kynsligt samband; serliga stórur er vandin, um ein er samkyndur [...] einari HIV-roynd er tann, at ein fær vissu fyri, um ein er smittaður ella ei. Ein hevur tá møguleikan at koma tíðliga í viðgerð. Vansin við einari HIV-roynd er tann, at ein, um hon er positiv, noyðist [...] kemur sníkjandi. T.v.s. ein merkir ikki tey fyrstu árini, at ein er vorðin smittaður. b) Hon er deyðilig eftir 12 ?15 árum. Hvussu vanlig er sjúkan? Síðan farsóttin tók seg upp, eru uml. 22 mill. deyð av eyðkvæmi
verður komið til sjálvt evni, sum er ein ógvuliga meinfýsin og eisini beinleiðis ósonn lýsing av túsundtals føroyingum. Skrivingin er so ljót og ótespilig, at hon als ikki er skikkað til endurtøku. Øll tíggju [...] bundin? Hvar finnur tú fullveldisynskini í hesum gerðum? 5.Hvør háttur heldur J. P. Heinesen tænir okkara fólki best, og røkkur longst í fullveldisspurninginum: a) at skriva brot úr ókendum riti, ið er óprentað [...] aftur, meðan hini fara til arbeiðis. Lat meg enda við at seta Jens Paula Heinesen nakrar spurningar: 1.Hvør kann orsøkin vera til, at allir flokkar, uttan Sambandsflokkurin valdu at fremja yvirtøkur uttan
lim, sum er í tjúgunum. - Vit hava skilt, at yngsti danin, sum er raktur, er 19, leggur hann aftrat. Hann vísir á, at í Føroyum var eingin staðfest sclerosa fyri seinna kríggj, men seinnu árini er ein nýggjur [...] sclerosutroyttleiki, er eitt ósjónligt brek, sum hevur stóra ávirkan á lívsvirðið, og sum samstundis er trupult at greiða frá. Mogens sigur, at orsøkin til sclerosutroyttleika er í stóran mun ókend, og [...] læknavísundin veit, hvat sclerosa er, men vísundin veit ikki, hví tú fært hana. - Hetta er ein samantvinning av arvaeginleikum og øðrum viðurskiftum, og mín varhugi er, at tað, sum ger, at sjúkran fer í