Á føroyakortinum hjá ALS sæst, hvar í landinum, arbeiðsloysi er.
Arbeiðsloysið er lægst á Sandoynni, har fýra persónar fáa arbeiðsloysisstuðul. Síðani er tætt millum Norðstreymoy, Norðoyggjar og Vágar, har ávikavist 10, 11 og 12 í løtuni móttaka arbeiðsloysisstuðul. Í Eysturoy er talið 15, í Suðuroy 30 og í Suðurstreymoy er talið 89.
Arbeiðisloysið er annars metlágt í løtuni. Sambært Hagstovuni vóru bara 0,8 prosent av arbeiðsfjøldini í Føroyum arbeiðsleys í oktober 2019.
##med2##
Arbeiðsleys eru sambært Hagstovuni greinað sum persónar, ið ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi. Talan er um persónar millum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum.
Orsøkin til, at arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, er, at fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt, skrivar Hagstovan.
##med3##
Fulltíðararbeiðsloysi er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur, skrivar Hagstovan.
ALS-gjaldið lækkar 0,25%
Fyrradagin var annars kunnað um, at landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, Helgi Abrahamsen, fer at seta eina kunngerð í gildi um at lækka ALS-gjaldið hjá løntakarum og arbeiðsgevarum úr 1,25% niður í 1%.
Í 2013 var eginognin hjá ALS 207 milliónir krónur, men síðani hevur arbeiðsloysið verður so lágt, at nú er eginognin komin upp á heilar 910 milliónir krónur.
Støðan er tann, at bara arbeiðsloysið heldur seg undir 5,5 prosent, gevur ALS avlop.
ALS skipanin klárar at standa ímóti einum arbeiðsloysi upp á átta prosent í samfull 12 ár á rað og einum arbeiðsloysi upp á 10 prosent í seks ár á rað, áðrenn tað endar galið, metir stýrið í ALS.