saman við BM Cuenca úr Spania og Gorenje Velenje úr Slovenia. Fjórða liðið í bólkinum verður antin Aguas Santas úr Portugal ella Pfadi Winterthur úr Sveis. Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin [...] ovast er komið í bólk saman við Dinamo Bukarest úr Rumenia, Chambery Savoie úr Fraklandi og RK Izvidac úr Bosnia og Hersogovina. 32 lið í átta bólkum fara at kappast í EHF European League. Tvey tey ovastu [...] Nógvar spennandi uppgávur bíða Óla Mittún. 2. til 12. august skal hann saman við liðfeløgunum á U19-landsliðnum royna at vinna Føroyum eina góða endastøðu í U19 HM-endaspælinum í Kroatia. Í heyst skal
leikararnir í EM-endaspælinum" eru Óli Mittún og Hákun West av Teigum at finna millum teir fimm kosnu. Hinir tríggir eru Petar Cikusa Jelicic úr Spania, Francisco Costa úr Portugal og Nils Lichtlein úr Týsklandi [...] ein málmaskina, spælskipari og kraftmiðdepil. Handbollskanalen heldur, at Óli eisini hevur imponerað í øðrum kappingarárinum við Sävehof, og Handbollskanalen metir, at Óli kann gerast, sum tey málbera [...] Svenski miðilin, Handbollskanalen ger nógv burturúr hondbólti, bæði heimligum svenskum hondbólti og altjóða hondbólti. Undan EM-endaspælinum hjá monnum í Týsklandi hevur Handbollskanalen kunngjørt ymiskar
Hóast Óli Mittún bert er 18 ára gamal, so gjørdist hann næstbesti málskjúttin í bestu svensku hondbóltsdeildini. Óli skoraði 194 mál í 34 dystum fyri Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini. Tað er eitt [...] Harumframt koma 68 mál, sum Óli skoraði í EHF European League pluss mál í steypakappingini. Óli gjørdist samlað næstfremsti málskjúttin í bestu svensku deildini. Toppskjútti í deildini gjørdist 33 ára gamli [...] skoraði 201 mál. Óli legði eisini upp til 87 mál í teimum 34 dystunum fyri Sävehof. Tað er eitt snitt á 2,55 mál pr. dyst. Sambært hagtølunum hjá svenska hondbóltssambandinum var Óli við 113,99 stigum
Sebastian Karlsson, Pontus Brolin og Alexander Westby toppskjútti hjá Sävehof í kvøld. Teir skutu allir fýra mál hvør. Sävehof eru nú ósigraðir í 15 dystum í deildini. Óli og liðfelagarnir eru næstfremst í [...] Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini eftir HM-steðgin. Sävehof vann á heimavølli 31-25 á Malmö. Sävehof var á odda 14-12 í steðginum. Óli
EM-endaspælið í hondbólti U18 er av, og sum vanligt vóru bestu leikararnir á ymsu plássunum kosnir. Føroyski Óli Mittún var kosin MVP - most valuable player í kappingini, also besti leikari í kappingini [...] umframt at hann var toppskjútti í kappingini við 80 málum. Spania vann finaluna 34-32 móti Svøríki. Føroyar vóru júst í bólki saman við hesum báðum liðum. Føroyar taptu 32-29 fyri Svøríki og 35-25 fyri Spania
EM-endaspælinum í Montenegro eru avgreiddir. Óli Mittún hevur higartil í seks dystum skotið heili 69 mál. Tað er eitt snitt á 11,5 mál pr. dyst. Fyrr í summar var Óli Mittún partur av føroyska U20-hópinum, ið kappaðist [...] tað Óla Mittún at skjóta 28 mál. Talan er also um 97 skotin mál í tveimum EM-endaspølum. Klokkan 16.30 í morgin spælir føroyska U18-manslandsliðið um 9. plássið móti Íslandi, og tá fær Óli Mittún høvið at [...] Hetta hevur verið eitt fantastiskt summar fyri Hondbólts-Føroyar. U18 og U20-mennirnir eru millum 10 tey fremstu landsliðini í Evropa, og í morgin kunnu U18-mennirnir við sigri á Íslandi enntá gerast nummar
Óli Mittún er í harðari kapprenning við Isak Larsson hjá Kristianstad um at gerast toppskjútti í bestu svensku hondbóltsdeildini. Isak Larsson hevur skotið 120 mál og Óli hevur skotið 117 mál. Men Óli [...] 48 assists ov Isak Larsson hevur 44 assists. Í málstigum (mál + upplegg) er Óli sostatt eitt stig frammanfyri Isak Larsson. Óli er eisini tann - í miðal - effektivasti leikarin í deildini. HER sæst yvirlitið
Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof tóku í dag móti Lugi í Partille í dysti í bestu svensku hondbóltsdeildini. Sävehof vann greiðan 39-32 sigur. Í steðginum var Sävehof á odda 21-17. Óli var í stórformi [...] Hann gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við heili 12 málum. Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri. Óli skoraði níggju ferðir í fyrra hálvleiki. Harumframt legði Óli upp til fimm onnur mál. Óli var eisini aftaná [...] Rói Ellefsen, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Hallby taptu stórt á heimavølli 31-42 (15-22) fyri Ystad. Rói gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Hallby við sjey málum og einum uppleggi til mál. Hallby
upp á javnleik 20-20, og tað leikaði javnt eftir tað. Alingsås átti seinasta álopið í dystinum, men Sävehof reið stormin av og fekk tvey stig við sær til Partille. Óli var toppskjútti hjá Sävehof í kvøld [...] Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld á útivølli móti Alingsås í bestu svensku hondbóltsdeildini. Sävehof vann ein tepran 29-28 sigur. Í steðginum var Sävehof á odda 17-12, men í seinna [...] Undan dystinum í kvøld hevði Sävehof tapt tveir dystir á rað, og tí kom sigurin sera væl við hjá Sävehof. Sävehof hevur í oddinum saman við AMO og Hammarby átta stig. Kappingin í bestu deildini hevur higartil
Óli Mittún fyllir ikki 18 ár fyrrenn 10. juni komandi ár, men smæðist alt annað enn burtur í bestu svensku hondbóltsdeildini. Í dag avrikaði Óli aftur væl fyri Sävehof, og gjørdist saman við Marcus Lennernäs [...] Lennernäs toppskjútti við seks málum, tá Sävehof vann stórsigur 37-28 á Guif á heimavølli í Partille. Guif var betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Sävehof á odda 18-15. Sävehof eru ósigraðir í níggju [...] níggju teimum seinastu dystunum í bestu deildini, har teir hava vunnið sjey dystir og leikt tveir javnar. Sävehof er nummar tvey í deildini við 21 stigum. Tað eru bert tvey stig upp til oddaliðið, Kristianstad