Óli hevur skotið 69 mál - er 19 mál frammanfyri nummar tvey

Óli Mittún hevur í tveimum EM-endaspølum í summar skotið 97 mál

Mynd: EHF

Hetta hevur verið eitt fantastiskt summar fyri Hondbólts-Føroyar. U18 og U20-mennirnir eru millum 10 tey fremstu landsliðini í Evropa, og í morgin kunnu U18-mennirnir við sigri á Íslandi enntá gerast nummar 9 í Evropa. Samstundis eru U18-kvinnurnar nummar 19 í heiminum í sínum árgangi.

 

Tað er nógv sum talar fyri, at tað verður ein føroyingur sum verður ovastur á toppskoraralistanum, tá allir dystirnir í U18 EM-endaspælinum í Montenegro eru avgreiddir.

 

Óli Mittún hevur higartil í seks dystum skotið heili 69 mál. Tað er eitt snitt á 11,5 mál pr. dyst. 

 

Fyrr í summar var Óli Mittún partur av føroyska U20-hópinum, ið kappaðist í EM-endaspælinum í Portugal. Har eydnaðist tað Óla Mittún at skjóta 28 mál. Talan er also um 97 skotin mál í tveimum EM-endaspølum.

 

Klokkan 16.30 í morgin spælir føroyska U18-manslandsliðið um 9. plássið móti Íslandi, og tá fær Óli Mittún høvið at leggja aftrat longu høga talinum av skotnum málum.  

 

Nummar tvey á toppskoraralistanum er bert 16 ára gamli italski Tommaso De Angelo, ið hevur havt eitt gott EM-endaspæl, og hevur skotið 50 mál fyri Italia. Síðani koma tríggir leikarar á 41 málum.

 

Tommaso De Angelo og Italia spæla um 15. plássið móti Pólandi klokkan níggju í morgin.

 

Her eru fimm teir fremstu málskjúttarnir higartil í U18 EM-endaspælinum: 

 

##med2##

 

Mynd: EHF