Svenski miðilin, Handbollskanalen ger nógv burturúr hondbólti, bæði heimligum svenskum hondbólti og altjóða hondbólti.
Undan EM-endaspælinum hjá monnum í Týsklandi hevur Handbollskanalen kunngjørt ymiskar topp-5 kategoriir.
Í kategoriini tey nevna: "Fimm teir bestu U21 leikararnir í EM-endaspælinum" eru Óli Mittún og Hákun West av Teigum at finna millum teir fimm kosnu.
Hinir tríggir eru Petar Cikusa Jelicic úr Spania, Francisco Costa úr Portugal og Nils Lichtlein úr Týsklandi.
Um Óla skrivar Handbollskanalen, at ungi hoyvíkingurin er bæði ein málmaskina, spælskipari og kraftmiðdepil. Handbollskanalen heldur, at Óli eisini hevur imponerað í øðrum kappingarárinum við Sävehof, og Handbollskanalen metir, at Óli kann gerast, sum tey málbera seg: "eitt av útrópsteknunum til EM-endaspælið", og saman við systkinabarninum, Eliasi sum Handbollskanalen hevur valt til eina aðra topp-5 kategori, kann gerast óunniligur at spæla ímóti hjá mótstøðuliðunum.
Um Hákun skrivar Handbollskanalen, at hann hevur prógvað, at Füchse Berlin ikki skal leita leingi eftir avloysaranum hjá Hans Lindberg. Handbollskanalen staðfestir eisini, at svenski vinstru vongurin, Valter Chrintz fer at fáa harða kapping í Füchse Berlin framyvir. Handbollskanalen væntar, at Hákun fer at hava ein týðandi leiklut fyri Føroyar, og hann kann við tíðini veruliga gerast ein stórskjútti.