Óli gjørdist toppskjútti í teprum útisigri hjá Sävehof

Aftaná tvey tap á rað kom Sävehof í kvøld á sigurskós aftur

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld á útivølli móti Alingsås í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Sävehof vann ein tepran 29-28 sigur. Í steðginum var Sävehof á odda 17-12, men í seinna hálvleiki gekk tað ikki líka væl í hond. 

 

Við støðuna 16-20 eydnaðist tað Alingsås at koma upp á javnleik 20-20, og tað leikaði javnt eftir tað. Alingsås átti seinasta álopið í dystinum, men Sävehof reið stormin av og fekk tvey stig við sær til Partille.

 

Óli var toppskjútti hjá Sävehof í kvøld við seks málum. Undan dystinum í kvøld hevði Sävehof tapt tveir dystir á rað, og tí kom sigurin sera væl við hjá Sävehof. 

 

Sävehof hevur í oddinum saman við AMO og Hammarby átta stig. Kappingin í bestu deildini hevur higartil verið sera jøvn.

 

Hóskvøldið klokkan 18 verður oddauppgerð í Partille millum Sävehof og AMO.