Óli og Hákun fara at royna seg í EHF European League

Í heyst fara Sävehof og Füchse Berlin at kappast bólkaspælinum í EHF European League

Nógvar spennandi uppgávur bíða Óla Mittún.

 

2. til 12. august skal hann saman við liðfeløgunum á U19-landsliðnum royna at vinna Føroyum eina góða endastøðu í U19 HM-endaspælinum í Kroatia.

 

Í heyst skal hann saman við liðfeløgunum í Sävehof royna seg í seks bólkadystum í EHF European League.

 

Sävehof, ið er styrkismett sum nummar trý í bólkinum er komið í bólk saman við BM Cuenca úr Spania og Gorenje Velenje úr Slovenia. Fjórða liðið í bólkinum verður antin Aguas Santas úr Portugal ella Pfadi Winterthur úr Sveis.

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin skulu eisini royna seg í bólkaspælinum í EHF European League í heyst.

 

Füchse Berlin, ið er styrkismett ovast er komið í bólk saman við Dinamo Bukarest úr Rumenia, Chambery Savoie úr Fraklandi og RK Izvidac úr Bosnia og Hersogovina. 

 

32 lið í átta bólkum fara at kappast í EHF European League. Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki fara at kappast í áttandapartsfinalunum.