rættiliga stórar íløgur, um føroyingar ætla sær at fara undir slíka veiðu, sigur hann. Bæði til reiðskap og til frystiútgerð umborð. Trygvi Kallsoy av Eiði er nú ikki heilt óvanur við óvanligan fiskiskap [...] Og umstøðurnar annars vóru ikki soleiðis, at tað bar til at slappa av. Línan, sum sett varð, rakk einar 70 - 75 fjórðingar, og tá farið varð til arbeiðis, var arbeitt við fullari ferð. Matsteðgur var [...] r at søkka til júst tað dýpið, har fiskurin ferðast. Okkurt við teldum, heldur Trygvi Kallsoy. Tryggvi Kallsoy hevur sjálvur fiskað hemara við flotlínu, men hann metir ikki, at tað ber til at brúka tann
ferfjórðing til støddar. Hetta økið er norður úr Kallinum, og positiónirnar eru: 62° 26? N - 62° 27? N 06° 45? V - 06° 47? V Á hesum økinum fer Norðheim, sum Fiskirannsóknarstovan hevur leigað til endamálið [...] at skeljaveiðan, sum verið hevur undir Føroyum, hevur oyðilagt góðar hýsuleiðir hjá klaksvíkingum. Til dømis suðuri á Svartabergi, teir kalla, sigur Frits Olsen, var heilt væl av góðari hýsu at fáa fyrr [...] eitt borð við eini lineal og strika út í kortið. Har skal so roynast, halda teir, uttan at skeita til, um hetta kanska er leið, har útróðrarmenn annars plaga at fiska. Frits Olsen, formaður í Klaksvíkar
tvídráttinum millum tvær kvinnur, so er tað í viðurskiftunum til kvinnurnar, at Gudmundur er veikastur, eisini tí hann skúgvar tær til viks til frama fyri síni politisku áhugamál. Hann fremur tað, sum norski [...] mest forgjørdi av øllum næmingunum. Tittulin sipar tó ikki til Lísbittu, men til læraran, Petur Oskar, sum hvønn dag møtir upp í skúlanum til eitt helviti av óargaungum, og heima hevur eina konu, sum ikki [...] máliskum, so at innihald og frásøguháttur hóska til hvørt annað. Vandi er kortini fyri, at frásøguhátturin møðir lesaran, og hann hóskar ivaleyst best til at verða lisin upp. Skaldsøgan brúkar rekamannin
løgmaður gevur sær stundir til at gera viðmerkingar til eitt bræv frá einum floksformanni til annan floksformann, men uppaftur meir undrar tað meg, at løgmaður ger viðmerkingar til eitt bræv, sum hann ongantíð [...] hegni kundu ført til, at vit politiskt endaliga avgera málið, har ábyrgd og fíggjarligar skyldur verða býttar. Kanska við 1 mia. til Føroyar, 1 mia. til donsku stjórnina og 1 mia. til danska fíggjarheimin [...] . Aftur til skrivið til formannin í Danska Javnaðarflokkinum Líka so lítið sum eg leggi meg útí, hvat løgmaður skrivar til Uffe Ellemann Jensen, líka lítið leggi eg í at gera viðmerkingar til viðmerkingar
segði tey seinastu orðini fyri Jens á kirkjugarðinum, at hann var í høgum metum ímillum systkin síni. Lívið hjá Jens var fjølbroytt, hann fekst við so mangt. Sjómaður, skipaeigari, reiðari, timburmaður og stjóri [...] broytingar fyri Hvalbiar Sókn. Og ikki nóg mikið við tí, aftan á virkið komu trolararnir, alt hetta elvdi til stóran framburð í Hvalba og aðra staðni við. Virkið er nú á øðrum hondum, men ikki skerst burtur, at [...] verið so mangt at sagt um henda mann, sum var so fjøltáttaður, og sum ikki altíð dansaði á rósum. Lívið gav honum mong høggini, men hann fótaði sær kortini, har ið mangur annar helst hevði ligið eftirá
einsamallur, sum hevur hesa áskoðan? Alt tað, ið eg veit um, hava samgongufundir altíð verið reint politiskir fundir, sum umboð fyri landsumsitingina onga atgongd hava til, og heldur onki hava við at gera [...] og hansara borgarliga hala. Trupult er at fáa eyga á nakað fótfólk, ella fólk til gongu, tí her situr alt á hestbaki. Til seinast vil eg siga, at tað ljóðar heilt ótrúligt og ófatuligt, at landsstýrismaðurin [...] formaður í sambandsflokkinum og leiddi samráðingarnar um at skipa landsstýri, tók allan sambandsflokkin til gísla við eini hóttan um at lata samráðingarleiðsluna fara víðari, um eitt uppskot um at skifta hann
leggja saman áðrenn hann er liðugur, so vit síggja, hvørjar niðurstøður, hann kemur til. Og ikki minst er rætt at bíða, til vit síggja, hvørjar fyrimunir, og, hvørji vandamál hann sær við kommunusamanleggingum [...] vendst ikki aftur, hóast onnur kommunan kanska følir seg skúgvaða til viks í samstarvinum. Hann sigur, at nógvir politikarar hava lyndi til at mála alt so ljósareytt og royna at fyrigykla fólki, at bara lagt [...] eina lítla kommunu, sum krøkir seg uppí eina stóra kommunu. Jógvan Mørkøre heldur, at eingin orsøk er til at loypa á leistum við samanleggingum. ? Serliga ikki nú kommunubólkurin hjá landsstýrinum arbeiðir
skrivað og lagt til rættis, og vit kendu orðini í halgubók ljóða sum bergmál í okkara egnu tilveru og sálardýpi. Og lærdu nakað um lívið - eitt munadygt ískoyti. Evangeliið Tá halgan stundar til kemur sendingin [...] áhugaverd og kveikjandi. Til hetta eru eftir mínum tykki trinnar orsøkir. a) Útvarpsmaðurin er væl fyrireikaður og kennir sítt tilfar til lítar. b) Sendingin er føroysk og ber brá av tokka til fólk, náttúru og [...] fríkirkjufólk við atliti til innihaldið kenna seg sett uttanfyri. Mær kunnugt hevur ÚF altíð havt ta kós, at ein morgunlestur skal vera so skrivaður, at hann skal vera eitt gott orð til øll tey, ið lurta.
Ellie Arroway (Jodie Foster) hevur leitað eftir svari alt lívið. Tá hon missir mammu og pápa alt ov tíðliga, halgar hon lívið til vísundaligar kanningar á lærda háskúlanum. Ellie hevur sína hon var blaðunmg [...] tekningar av einum rúmdarfari, sum kann flyta eitt menniskja langt út í uttaru rúmdina. Er hetta byrjanin til eitt intergalaktiskt samband - ella heimsin undirgangur? Ellie má stríðast fyri síni rættarligu støðu [...] tíðini eitt ávís samband, sum strandaði á arbeiðsgevaranum hjá Ellie. Tað eydnast Ellie at verða vald til at stovna fysta sambandið við tey, ið sent hava boðini uttan úr rúmdini. Tað verður ein ferð, í nertir
virðing minnast teir, sum ikki eru okkara millum meira, komu ikki aftur til lands av túri og nøvnini á varðunum eru mong, og tað legst til, sum árini ganga. Og vit mugu ásanna orðini, sum mangan verða havd [...] verður um alt ímillum himmal og jørð. Guð viti hvussu ættarliðið undan okkum hevur klárað seg ígjøgnum lívið? Nú skal hvør sjómaður sendast á skeið eisini. Mundi hetta ikki kunnað verið gjørt best við, at skipari [...] sum varða av slíkum ólukkum og tað standa so nógv ósvarað, hví tað so skuldi verða. Mangan verður lívið samanborið við eina ferð yvir lívsins hav, og hvør kennir ikki sannleikarnar í tí dýrabara sanginum: