Contact

Granskarin Ellie Arroway hevur vígt lívið til at leita eftir intelligentum lívi á øðrum planetum. Ein dagin fær hon eitt signal úr uttaru rúmdini. Ein tekning av einum intergalatiskum rúmdarfari við plássi til eitt menniskja. Verður Ellie tann fyrsta, ið fær samband við avsendaran uttan úr rúmdini?

 

Ellie Arroway (Jodie Foster) hevur leitað eftir svari alt lívið. Tá hon missir mammu og pápa alt ov tíðliga, halgar hon lívið til vísundaligar kanningar á lærda háskúlanum.

Ellie hevur sína hon var blaðunmg verið stavnsbundin av tankanum um gløgt lív á øðrum planetum. Hóast ávaringar velur hon at satsa karrierunum upp á at finna svarið.

Sjálvt tá hennara kýniski leiðari, David Drumlin (Tom Skerritt), tekur játtanina frá henni, steðgar hon ikki, men letur í staðin kanningararbeiðið fíggja av tí mystiska hópmillióninginum, Hadden (John Hurt).

Eftir tolin at hava bíðað í fleiri ár, fær hon brádliga boð send av fjaru størnuni, Veg,a 26 ljósár burturi. Meðan boðskapið verður avkodað, bíðar jørðin spent við einum blandingi av vón og ótta. Boðskapið vísir seg at bera tekningar av einum rúmdarfari, sum kann flyta eitt menniskja langt út í uttaru rúmdina. Er hetta byrjanin til eitt intergalaktiskt samband - ella heimsin undirgangur?

Ellie má stríðast fyri síni rættarligu støðu sum leiðari av einum vísundaligar kanningarætlan og fyri at verða vald sum tann, ið skal við rúmdarferðini langt út í rúmdina.

Samstundis verður hon innheintað av fortíðini í skapi av Palmer Joss (Matthew McConaughey), ráðgevi hjá amerikanska forsetanum í religiøsum málum. Hon og Palmer hevur fyrr í tíðini eitt ávís samband, sum strandaði á arbeiðsgevaranum hjá Ellie.

Tað eydnast Ellie at verða vald til at stovna fysta sambandið við tey, ið sent hava boðini uttan úr rúmdini. Tað verður ein ferð, í nertir alla hennara gransking og hennara vísinduligu teoriir og royndir - og leiðir hana fram móti viðurkenning av, at einhvør verurlig visión í síðsta enda er ein samløga av faktum og trúgv?