Kollfirðingar kunnu brenna seg grúiliga illa

? Sjálvandi vóni eg, at tað fer at gangast kollfirðingum væl. Men gongst tað ikki væl, er eingin vegur aftur, hava teir fyrst lagt saman við Havnini


? At tvær kommunur leggja saman er eitt stórt stig at taka.

? Ein ein lítil kommuna leggur saman við eini stórari, er at spæla við eld....

Jógvan Mørkøre í Hósvík er royndur kommunalpolitikari. Og hann er eisini royndur í kommunalum samstarvi.

Greinin í Sosialinum í farnu viku um ætlanirnar at leggja Kollafjarðar Kommunu, og Tórshavnar Kommunu saman, hevur fingið hann upp úr stólinum.

Ikki tí, hann ætlar at blanda seg upp í, hvat kollfirðingar gera.

Heldur ikki tí, at hann heldur, at havnarfólk eru verri enn onnur.

Men tí, at hann er sera ivasamur í kommunusamanlegging yvirhøvur. Ikki minst, táið talan er um eina lítla kommunu, sum krøkir seg uppí eina stóra kommunu.

Jógvan Mørkøre heldur, at eingin orsøk er til at loypa á leistum við samanleggingum.

? Serliga ikki nú kommunubólkurin hjá landsstýrinum arbeiðir við kommunubygnaðinum.

? Undir øllum umstøðum haldi eg, at tað er skeivt at leggja saman áðrenn hann er liðugur, so vit síggja, hvørjar niðurstøður, hann kemur til. Og ikki minst er rætt at bíða, til vit síggja, hvørjar fyrimunir, og, hvørji vandamál hann sær við kommunusamanleggingum, og hvørjar kommunur, hann heldur hóskar seg frægast at leggja saman.


Samstarv so líðandi

Jógvan Mørkøre heldur ikki, at nøkur orsøk er til at leypa framav og leggja saman.

Tí tað heldur hann ikki er neyðugt í fyrstu syftu.

? Leggja tvær kommunur saman, fangar borðið. Tað vendst ikki aftur, hóast onnur kommunan kanska følir seg skúgvaða til viks í samstarvinum.

Hann sigur, at nógvir politikarar hava lyndi til at mála alt so ljósareytt og royna at fyrigykla fólki, at bara lagt verður saman, er alt so sera gott.

? Hetta er alt ov lætt sloppið. Frá kommunala samstarvinum, vit hava á skúlaøkinum, og umhvørvisøkinum, veit eg, at tað tekur tíð hjá einum samstarvi at búnast.

? Heldur enn at leggja saman, er rættari at taka upp eitt samstarv, sum so kann verða ment so líðandi - og kanska kann tað enda við samanlegging.

Hann sigur, at royndirnar frá kommunala samstarvinum í Sundalagnum hava sagt honum, at tað tekur langa tíð hjá fleiri kommunalum samstarvspørtum at venja seg til hvønn annan.

? Vit hava eisini havt okkara trupulleikar í Sundalagnum, men samstarvið gongur betri og betri fyri vørt ár. Skulu fleiri kommunur hava eitt fruktagott samstarv, sum báðir partar eru nøgdir við, er tað ein prosess, sum skal lærast - og lærutíðin er long. At billa nøkrum inn, at tvær kommunur fáa eitt fruktagott samstarv frá fyrsta degi, er at kasta torvmold í eyguni á fólki, heldur Jógvan Mørkøre.

? Men er lagt saman, vendst ikki aftur hjá teirri kommununi, sum er ónøgd við samstarvið, leggur hann afturat.


Sum at para Dávið og Goliat

Jógvan Mørkøre heldur, at serliga har ein stór og ein lítil kommuna skulu leggja saman, er grund til at vera á varðhaldi.

? Leggja Havnin og Kollafjørður saman, verður tað sum at para Dávid og Goliat.

? Eg sigi ikki, at tað ikki gongur.

? Men eg pástandi, at tað fer ikki at vera lætt.

? Eg pástandi, at tað fer ikki at verða lætt at fáa havnarfólk, ið hugsa sum býarfólk og at fáá kollfirðingar, ið hugsa sum bygdarfólk og at fáa báðar partar at sampakka í einum felags samstarvi, sum báðir partar eru nøgdir við.

? Tað skerst ikki burtur, at býarfólk og bygdarfólk hava hvør sín máta at loysa trupulleikar. Hvussu skulu tey seta seg inn í hugsunarháttin hjá hvørjum øðrum?

? Og eitt hevur heimssøgan lært okkum: Verða tveir partar ósamdir, verður tað tann stóri, sum knúskar tann lítla. Tað er bara í bíbilssøguni, at tað eydnast Dáviði at leggja Goliat flatan. Og verða Havnarfólk og og Kollfirðingar ósamd, verða tað havnarfólk, sum enda omaná.


Havnin víst lítlan vilja

Í hesum sambandi nevnir Jógvan Mørkøre, at nettupp Havnin er eitt skúladømi um, at ein ?stórbýur?, eftir føroyskum viðurskiftum, hevur heilt onnur áhugamál, enn ein bygd hevur.

? Tí er Havnin ikki uppi í IRF, men hevur sína egnu brennistøð. Tí er Havnin ikki uppií Kommunufelagnum, men er uppi í sínum egna kommunubólki,sum skuldi arbeiða fyri teimum serligu áhugamálunum hjá teimum stóru plássunum. ? Og tí gekk Havnin sína egnu leið, í farnu viku, tá ið málið um býtið ímillum landið og kommunurnar í sambandi við barnaansing var fyri.

? Nei, samhaldsfesti hevur Havnin ikki borið fremst í sínum skjaldrarmerki, leggur hann afturat.


Bygdin og býurin

Jógvan Mørkøre minnir á, at í samrøðuni við Sosialin legði Leivur Hansen nettupp stóran dent á samhaldsfesti. At øll í kommununi, skuldu vera líka, at øll skuldu fáa og njóta, og øll skuldu missa og svíða.

? Hatta er ikki so einfalt. ? Lívið er øðrvísi á bygd enn í Havn og bygdarfólkini í Kollafjørði góðtaka so mangt, ið havnarfólk ikki góðtaka sum ein náttúrligan part av gerandisdegnum.? Skulu kollfirðingar ikki sleppa at hava fjós í bygdini, fyri tí um havnarfólk ikki kunnu hava fjós í Havn?

? Skulu kollfirðingar ikki sleppa at hava hønur og dunnur, hóast havnarfólk (næstan) ikki kunnu? Almennir bussar koyra ikki børn í Havn, í skúla. Hvussu verður so við børnum í Havn?

? Alt grótið, sum Landsverkfrøðingurin brýtur í Porkeri, verður ført til Kollafjarðar. Kollfirðingar hava altíð havt óskrivaðan einkarrætt uppá at koyra grótið víðari. Hvat gera kollfirðingar, tá ið lastbilar úr Havn krevja sama rætt at koyra, sum teir. Tí tað verður væl avleiðingin í eini samhaldsfastari kommunu.

Jógvan Mørkøre sigur, at hann ivast ikki í, at leggja smáar kommunur seg uppat stórum kommunum, kemur bygdarfólkið at noyðast at avskrivað eitt sindur av tí frælsi, tey hava.

? Eg veit bara, at tað verður ikki tað sama at sita í havn og viðgerða mál, sum viðvíkja Kollafjørði.


Eisini hinvegin

Hósvíkingurin sigur, at trupulleikarnir koma eisini at vísa seg hinvegin.

Havnin hevur alstórar trupulleikar av barnaansingini.

Hvat nú, tá ið kollafjarðarbørn fáa sama rætt til ansingarpláss sum havnarbørn? - ella sama rætt at standa á bíðilista.

? Og verður eldrarøktin betri, fyri tað, um eindin verður størri

? Eg veit ikki, hvussu væl Havnin er fyri við kloakk. ? Men kemur kollafjarðar kommuna upp í, verða 8-10 kilometrar av kloakk afturat at halda.

Jógvan Mørkøre heldur, at alt hetta eru trupulleikar, sum ikki eiga at verða undirmettir.

Hann er eisini heilt avgjørdur í, at tað verður ikki bíligari at umsita tær samanlagdu kommunurnar.

? Umsitingin verður kanska betri, og nøktar kanska betri tey krøv, borgarion hevur krav uppá nú á døgum. Men bíligari verður hon heilt avgjørt ikki, sigur hann.

? Og enn havi eg ikki sæð prógv fyri, at alt verið betri, bara tæi eindirnar verða størri, leggur hann afturat.

Jógvan Mørkøre heldur eisini, at nú tað ætlanine r at leggja kommunur saman, má greiða eisini fáast á valdømismarkunum, so at allar bygdir í somu kommunu hoyra til sma valdømi fyri at ruðuleikin ikki skal verða fullkomin.