løgregluna fyri ríkisadvokatinum, sum er hægsti myndugleiki á økinum. ? Vit halda, at løgreglan fór langt útum sínar heimildir og at hon gjørdi nógv meiri av enn neyðugt var, fyri at gera sítt arbeiði [...] Men eitt fútabann hevur onki við løgregluna at gera, og tað er als ikki løgreglan, sum hevur heimild at seta fútabann í verk. Eitt fútabann er ein avgerð, sum einans kann takast av dómsvaldinum, sigur [...] á, at løgreglan einans vildi geva fekfeløgunum 15 minuttir at taka blokadurnar kring landið av. ?Hetta er alt ov stutt skotbrá, tí Løgreglan veit, at vit hava ongan møguleika at taka allar blokadurnar kring
prátaðu vit um hetta og gjørdu onkrar smáar broytingar, og eg haldi, at tað gekk betri í 2. hálvleiki. Tað harmaði Allan Simonsen almikið, at Jens Kristian Hansen ikki var við: ? Eg sat og hugsaði um tað, tá [...] tøkur, og tað kundu vit einki gera við, men vit kunnu frøðast um, at tað eydnaðist at javna, tá vit kastaðu nógv fólk fram ? tað gjørdi tað sama, um vit taptu við einum ella tveimum málum ? og tað var stuttligt [...] Spælararnir eru so nógv betur fyri nú, enn teir vóru fyri nøkrum árum síðani, og tað hevur sera nógv at siga. Eg minnist aftur á, at vit í fleiri dystum vóru væl við og vóru um reppið at fáa góð úrslit, men so
Bretland er nevniliga eitt av tí veksandi skara av londum, sum krevja, at ferðafólk skulu hava pass, sum er í gildi í minst seks mánaðir aftan á, at tey eru farin heim aftur úr feriu. Hetta er eitt ítøkiligt [...] ítøkiligt dømi av mongum um, at líkasælan við passinum er ov stór, sigur passeftirlitið á politistøðini í Havn. Hesi ferðafólkini vóru kortini so sera heppin, at løgreglan av tilvild var stødd á flogvøllinum [...] flogvøllinum akkurát hesa løtuni og tí eydnaðist at fáa gildistíðina longda, so at eisini tey sluppu við flogfarinum. - Men so heppin skulu ferðafólk ikki vænta sær at verða og so kunnu tey í besta føri vóna,
Tað er ikki altíð hugflogið og hegnið er við tær, tá ið tú skalt í holt við grannið, leirið og ljósini. Jóladekorasjónirnar minna kanska um tær tú altíð hevur gjørt. Tí eru tey ikki so fá, sum heldur velja [...] møguleika at keypa. - Vit royndu tiltakið í fjør og tað eydnaðist sera væl. Í dag letur til, at fólk ikki geva sær tíð og hava tíð at stákast til jóla. Hetta er so eitt høvi hjá fólki at fáa íblástur til, hvussu [...] kanska serliga tí, tíðin ikki røkkur til øll gerðarmálini undan jólum. Nú eru ráð fyri tí. Í kvøld er høvi hjá fólki at støkka inn á gólvið á Café Natúr at síggja, hvussu tey royndu gera. Firma Trónd Hansen
eitt betri úrslit enn tað, sum teir megnaðu í Sveis leygardagin. Møguleikin fyri at halda fram í Intertoto kappingini er burtur, tí B68 tapti 5?1 í St. Gallen. Jann Ingi Petersen minkaði um munin til 3?1, [...] m smekkaði unglingaspælarin til, og tað sang í netinum aftanfyri Oliver Stöckli. Um B68 hevði megnað at hildið tørn um 3?1, so hevði møguleikin verið leygardagin at spælt seg víðari til næsta umfarið, [...] tvey brotsspørk. Dómarin var úr Albania, og av Toftum verður sagt, at tað var einki at tosa um, at talan var um heimadómara. Í fyrra førinum varð Messias lagdur undir at gera brotsspark, og í seinna førinum
sum vinna minstu upphæddirnar hjá teimum, fáa 600 túsund krónur um árið. Hetta er væl meiri, enn allir B36 menninir vinna tilsaman, og tí er væl skiljandi, at felagið, stuðlarnir og áskoðararnir rokna við [...] Ankaragücü og B36 spældur á Tórsvølli. Hetta er fyrsta ferðin, at B36 fer at royna seg í Europa Cup á heimavølli í høvuðsstaðnum, og tá tað verður havt í huga, at talan er um eina rættuliga spennandi uppgerð [...] valdast Um tað eydnast B36 at spæla seg víðari í kappingini, so fær felagið eina staðni millum 350 og 400 túsund krónur eyka frá UEFA. Vit hava ikki hoyrt nakað um, hvussu hetta verður gjørt, men tað er greitt
FC Suðuroy ikki eru kanónføði. Tað eydnaðist teimum í meiri enn 95 minuttir at halda tætt ímóti meistarunum, og suðuroyingarnir kundu havt verið farnir við øllum, um teir høvdu kent sína vitjunartíð. Ímóti [...] Tað er gamla lag í HB. Eyðmýkingin og marran frá síðsta kappingarári eru kámað, og eftir sannførandi avrik og trivaligan sigur ímóti B68 eru Sigfríður Clementsen og hansara menn við øktum sjálvsáliti á [...] Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Fróði Benjaminsen og Símun Samuelsen komu á talvuna. Tað er longu greitt, at Fróði Benjaminsen ikki verður millum málskjúttarnar ídag. HB liðformaðurin sá tvær
At síggja til uttan kann eitt nú tann parturin, sum er karmur um fimleikarhøll, tykjast kaldur við fyrsta eygnabráð. Hesin parturin av bygninginum er klæddur við jarnkendum tilfari og hevur lutfalsliga [...] sum hann er, av hita, hugna og møguleikum. Øll, sum Sosialurin hitti hendan dagin við hátíðarløtuna, høvdu á orði, hvussu hugnaligur skúlin nú er vorðin, og hvussu hugtakandi og stórbart hetta bygningsverk [...] í Nes kommunu – og ein varði fyri føroyskt skúlaumhvørvi. Um-og útbyggingin av Tofta skúla, sum liggur um stívliga fimmti miljónir krónur, er størsta einstaka íløga, sum Nes kommuna nakrantíð hevur gjørt
sum bendir á, at Akhmed Zakajev er sekur í krígsbrotsverki. Týsdagin handaði almenni russiski ákærin danska løgmálaráðharranum, Lenu Espersen, nýtt tilfar í málinum, og hetta tilfar fer løgmálaráðið í Ke [...] tykist ógvuliga veikt. Tað avgerandi er, at russar kunnu prógva, at Zakajev veruliga hevur eftirlit við sínum deildum, og at hann veru-liga hevur givið beinleiðis boð um krígsbrotsverk. Tað undrar meg, hava [...] teir ikki latið dønum nakað tilfar, sum snýr seg um tað málið. Danir ivast eisini Í Danmark halda fleiri løgfrøðingar, at tað seinasta russiska próvtilfarið er ikki nóg mikið, til at teir kunnu krevja kekenska
Kristian vildi, og tað var um reppið, at hann gav upp. - Eg helt fyrst, at eg hevði rakt botnin, men so fann eg útav, at tað byrjaði at flyta seg á botninum. Tað einasta, eg hugsaði um, var, at eg ikki mátti [...] stóran laks í Leynum. Laksurin var 97 cm langur og vigaði 20 pund. Bent Kristian Thomasen úr Sørvági er vanur við at fiska laks, men hann hevur ongantíð fingið ein so stóran laks fyrr, og tað var eisini [...] ánna og niðan aftur, og eg hugsaði við mær sjálvum “nú orki eg ikki meir”, sigur hann. Men tað eydnaðist til endans. - Tá eg endiliga fekk hann upp á land, hugsaði eg, at eg hevði vunnið og ikki hann.