Stór avbjóðing bíðar HB

Tað er gamla lag í HB. Eyðmýkingin og marran frá síðsta kappingarári eru kámað, og eftir sannførandi avrik og trivaligan sigur ímóti B68 eru Sigfríður Clementsen og hansara menn við øktum sjálvsáliti á veg til Vágs. Tað hevur gingið væl í venjingardystunum, og ímóti B68 var tað kærkomið, at allir framrættaðu trumfirnir - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Fróði Benjaminsen og Símun Samuelsen – komu á talvuna.

Tað er longu greitt, at Fróði Benjaminsen ikki verður millum málskjúttarnar ídag. HB liðformaðurin sá tvær ferðir gult og varð harvið vístur av vøllinum ímóti B68. Tað ber leikbann í 2. umfari við sær.

HB spælararnir vóru næstsíðsta leygardag eygnavitni til, at uppflytararnir í FC Suðuroy ikki eru kanónføði. Tað eydnaðist teimum í meiri enn 95 minuttir at halda tætt ímóti meistarunum, og suðuroyingarnir kundu havt verið farnir við øllum, um teir høvdu kent sína vitjunartíð.

Ímóti B36 var Jón Krosslá Poulsen ikki við frá byrjan. Hann varð settur á vøllin eftir steðgin, og tað verður roknað við, at hann verður við frá fyrsta bríksli ímóti HB, sum hann í fjør umboðaði.

Ímóti B68 var HB á heimavølli sera framrættað, meðan FC Suðuroy var rættuliga verjukent á útivølli ímóti B36. Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at taka seg upp, tá ið FC Suðuroy verður á heimavølli ímóti HB, sum altso verður á útivølli.

Dysturin í Vági verður í dag klokkan 14.45, og Alex Troleis verður dómari.