Tá ið Atlantsflog fór til páskatúr London fyri tveimum vikum síðani við 91 spentum og fróum ferðafólkum, mundi ferian fingið ein bráðan enda fyri heili átta av ferðafólkunum.
Tá ið tey vóru á veg út í flogfarið á vøllinum í Vágum, vístu eftirlitið, at tey høvdu nevniliga ikki gyldugt pass við sær, tí tað fór úr gildi áðrenn seks mánaðir eftir, at tey skuldu vera komin heim aftur til Føroyar.
Bretland er nevniliga eitt av tí veksandi skara av londum, sum krevja, at ferðafólk skulu hava pass, sum er í gildi í minst seks mánaðir aftan á, at tey eru farin heim aftur úr feriu.
Hetta er eitt ítøkiligt dømi av mongum um, at líkasælan við passinum er ov stór, sigur passeftirlitið á politistøðini í Havn.
Hesi ferðafólkini vóru kortini so sera heppin, at løgreglan av tilvild var stødd á flogvøllinum akkurát hesa løtuni og tí eydnaðist at fáa gildistíðina longda, so at eisini tey sluppu við flogfarinum.
- Men so heppin skulu ferðafólk ikki vænta sær at verða og so kunnu tey í besta føri vóna, at eftirlitið á flogvøllinum í Vágum steðgar teimum, so at tey ongantíð sleppa av landinum.
Í ringasta føri sleppa tey avstað, men verða so steðgað í eftirlitinum í feriulandinum og verða vend á flogvøllinum og noyðast heim aftur í sama flogfari, sum tey komu í.
Les eisini greinina: Líkasæla kann oyðileggja alla summarferiuna