Ein varði í føroyskum skúlaumhvørvi

Hópur av fólki var við til móttøkuna og hátíðarløtuna í Tofta skúla leygardagin, tá nýggi parturin og umbygdi parturin av skúlanum alment varð tikin í nýtslu

Skúli

 

Tofta skúli telist nú millum teir nýggjastu og best útgjørdu skúlarnar í Føroyum. Karmarnir, sum nú eru skaptir við umfatandi um-og útbygging, eru ynskidreymur og ein fyrimynd hjá mongum øðrum skúlum kring landið.

Hátíðarløtan í stóru og snotuligu fimleikarhøllini í eydnaðist sera væl, og tá fólk fingu høvi at síggja nýggja og umbygda partin av skúlanum, gjørdust flestu ovfarin.

At síggja til uttan kann eitt nú tann parturin, sum er karmur um fimleikarhøll, tykjast kaldur við fyrsta eygnabráð. Hesin parturin av bygninginum er klæddur við jarnkendum tilfari og hevur lutfalsliga smá vindeygu. Men tá tú kemur innar, osar fimleikarhøllin eins og skúlin allur, sum hann er, av hita, hugna og møguleikum.

Øll, sum Sosialurin hitti hendan dagin við hátíðarløtuna, høvdu á orði, hvussu hugnaligur skúlin nú er vorðin, og hvussu hugtakandi og stórbart hetta bygningsverk er.

Við hugnaløtuna talaðu Símun Johannesen, borgarstjóri, Marita Dalsgaard, skúlastjóri, Jenny Lydersen fyri Mentamálaráðið, tí landsstýrismaðurin fekk ikki møtt, Jóhannus Danielsen, skúlastýrisformaður og Martin R. Jacobsen, prestur.

Eisini var felagssangur, tónleikaframførslur við næmingum úr Musikkskúlanum, og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni setti eisini sín serstaka dám á væleydnaðu løtuna.

Eftir almennu hátíðarløtuna sungu og spældu næmingar ymsastaðni runt í Miðstovuni, sum nýggja og snotuliga aulan verður rópt.

Fólk fingu kaffi, te og køkur, og høvi var at síggja nýggja skúlan, sum í nógv ár kemur at standa sum ein varði í Nes kommunu – og ein varði fyri føroyskt skúlaumhvørvi.

Um-og útbyggingin av Tofta skúla, sum liggur um stívliga fimmti miljónir krónur, er størsta einstaka íløga, sum Nes kommuna nakrantíð hevur gjørt.