sera dugnalig og nógv avhildin. Ingibjørg sjálv helt eisini røðu og segði at tá ein hevur arbeitt í sama stað í 50 ár, hevur ein eisini upplivað stórar broytingar. Samfelagið og harvið teir ymsu stovnarnir [...] hugnalig løta í kantinuni á høvuðsposthúsinum í Havn, tá móttøka var fyri Ingibjørg Jacobsen, sum hevur arbeitt á posthúsinum í 50 ár. Har vóru nógv fólk, bæði familja, vinir og starvsfelagar. Ingibjørg [...] arbeiddi Ingibjørg sum kontórassistentur og sat við kassan á posthúsinum í miðbýnum, og síðan yvittøkuna hevur hon arbeitt mest við bókhaldi og roknskapi. Fyri langa og trúgva tænastu var Ingibjørg instillað til
sjálvandi undantøk. Rógvi Weihe, sum hevur verið í Danmark í lestrarørindum kemur heim leygarmorgunin, og hann verður væntandi partur av KÍF-liðnum. Neistin hevur allar sínar mans tøkar til dystin leygardagin [...] kappingarárinum. Leivur Justinusen er ikki klárur enn vegna skaða, meðan bróðurin Sveinur Justinusen hevur fingið boð um at binda frið í fimm mánaðir orsaka av einum skaða í knænum. Haraftur manglar Artur [...] sítt ítarsta fyri at vinna dystin ímóti VÍF eisini. VÍF manglar eisini onkrar leikarar. Ingi Olsen hevur ein lítlan skaða at dragast við, meðan Agnar Joensen ikki er klárur enn. Teir ætla tó at byggja víðari
tað ikki er nøkur forðing longur at bora gjøgnum basalt. Hetta hevur veldugan týdning, tá hugsað verður um framtíðar boring. Hóast tað hevur gingið betri at borað enn mett, so heldur Sigurð, at tað var rætt [...] bora tveir brunnar á basaltinum, ein í ár og ein næsta ár. At tað hevur gingið betri at bora enn mett kunnu vit bara fegnast um. -Tað hevur eisini so stóran týdning fyri okkum at kanna basaltið, nú nærum
at skikka sær um vikuskiftið. Sjálvur hevur Steintór ein beiggja, sum starvast á donsku veðurstovuni, og hann viðgongur, at tað er ikki heilt frítt, at hann hevur ringt nakrar eyka ferðir seinastu dagarnar [...] við pallarnir. Aftur í ár ahva vit fingið danska hjálp til stóra teltið, sum Festivalurin nú eisini hevur keypt, heldur enn bara leigað, og arbeiðið við stóra pallinum á Vágsbøi er eisini farið ígongd. Her [...] viku fram, men sum skilst, so síggja fyribils forsagnirnar út til at vera góðar. Og í øllum førum hevur Alex boðað frá, at hann kemur heim til festivalin, so heilt galið kann tað neyvan verða, heldur Steintór
Kristian stýrimansprógv, og í 1980 varð hann skipsførari. Nógvu tey seinnu árini hevur Kristian verið heimamaður. Hann hevur eitt nú arbeitt hjá Hera Thomsen og IRF, og nú arbeiðir hann hjá Føroya Betongsaging [...] týsdagin 8. august, verður Kristian Olsen í Saltnesi 50 ár. Kristian er gøtumaður, men síðstu 23 árini hevur hann búð í Saltnesi. Kristian Olsen vaks upp við Gøtugjógv. Foreldrini eru Marna fødd Gunrim og ættað [...] fryntliga medferðin gera, at hann so ofta verður biðin at veita eina hjálpandi hond. Tey seinastu árini hevur Kristian verið ein av oddamonnunum í arbeiðnum at byggja nýggjan sal til samkomuna í Nebo á Toftum
Hann hevur spælt 76 ferðir á landsliðnum, hann hevur tamt spælarar sum Henry, Ballack og Gudjohnsen, og hann hevur sanniliga eisini gjørt eitt mál. Óli Johannesen er tann føroyski fótbóltsspælarin, ið [...] ið hevur spælt flestar landsdystir, og hóast hann nú er blivin 34 ára gamal, tekur hann enn eitt tørn sum verjuspælari og liðformaður á landsliðnum. Mikukvøldið byrjar nýggja EM-undankapping, og Óli skal
At Jóannes Eidesgaard hevur játtað at seta útimissiónsráðstevnuna kemur av, at hann hevur uttanríkismál sum málsøki. Undir uttanríkismálum er eisini menningarhjálp. Landsstýrið hevur nevniliga hækkað me [...] milliónir árliga. Stuðulin verður bæði brúktur til mennandi verkætlanir og vanlukkuhjálp. Heimamissiónin hevur í nøkur ár arbeitt við menningarhjálp millum gøtubørn í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev. Tað eru hjúnini
síðani hevur nógv stríð verið av hesum sama arbeiðsgevara. Hann brýtur sáttmálan javnan. Innímillum er so friður, men ongantíð leingi. Nú er tað so enda við, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið boð [...] seinastu hava onkrir arbeiðsgevarar fingið knívin á barkan frá Føroya Arbeiðarafelag. Nú aðalfundur hevur verið hjá Føroya Arbeiðarafelag, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna, at í allarflestu førum halda [...] sáttmálan einaferð afturat, verða teir boykottaðir uttan nakra sum helst ávaring. Í tí eina førinum hevur Føroya Arbeiðarfelag hgavt trupuleikar av einum ávísum arbeiðsgevara í fleiri ár. Fyrst vildi hann
Strandferðslsuni, at arbeiðið hevur gingið rættiliga væl og at tað er onki sum bendir á, at tíðarfreistirnar ikki fara at halda. Tó hava onkrir dagar eisini verið, har ið arbeiðið hevur verið darvað av arbeiðsósemjum [...] og harvið verður tað. Magnus Magnussen, tekniskur stjóri hjá Strandferðsluni, sum er í Spania og hevur eftirlit við byggingini, sigur, at tá ið skrokkurin er farin á sjógv, skal hann sleipast til eina [...] innrætta skipið og í oktober verður hann latin Strandferðsluni. Magnus Magnussen sigur, at Smyril hevur annars longu havt sínar fyrstu almennu gestir umborð. Tað hendi, nú landsliðið í fótbólti var niðri
frekt. Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, hevur eisini eina greiða meining um skattalættan, sum hendan samgongan hevur lovað. ? Hesin skattalættin er tað reina makkverk og hann er so [...] gekk út uppá í valstríðnum. Men tað, sum hon hinvegin als ikki skilir, er, at javnaðarflokkurin hevur skrivað undir eitt samgonguskjal við einum skattalætta, sum hesum. ? Hann kallar seg arbeiðaraflokk [...] lágløntu, men tað er beinleiðis frekt at koma við hesum. Undir ongum umstøðum Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur altíð verið ímóti at taka samráðingar upp um at halda aftur við lønarkrøvunum afturfyri at fáa skattalætta