Tað vóru ikki nógvir tímar eftir av flytingarvindeyganum í gjár, tá Manchester United loksins fekk fatur á einum miðvallara. Tað hevur leingi ljóðað, at felagið vil hava Sofyan Amrabat og í gjárkvøld eydnaðist tað loksins.
27 ára gamli miðvallarin fekk sítt stóra gjøgnumbrot á altjóða pallinum til HM-endaspælið í Katar farna vetur. Stríðssinnaði Sofyan Amrabat spældi væl á miðvøllunum hjá Marokko, sum kom í hálvfinaluna, har teir taptu móti Fraklandi.
- Vit hava havt eyguni eftir Sofyan Amrabat í longri tíð. Vit eru fegin um, at tað hevur eydnast at fáa hann til Manchester United, sigur John Murtough, sum er fótbóltsstjóri í Manchester United.
Sofyan Amrabat kemur úr Fiorentina í Italia. Hann er í fyrstu løtu leigaður fyri 75 milliónir krónur fyri komandi kappingarár. Fabrizio Romano skrivar, at Manchester United kann keypa hann um eitt ár fyri 100 milliónir krónur afturat.
Manchester United hevur keypt Rasmus Højlund, Mason Mount, André Onanaog turkiska málverjan Altay Bayindir, meðan Sofyan Amrabat og Sergio Reguilón eru leigaðir. Seldir eru Fred, Anthony Elanga, Dean Henderson, Alex Telles, meðan David De Gea ikki fekk nýggjan sáttmála.