Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?
- Tað er trupult at spáa um framtíðina, men eg havi góðar vónir um, at vit fara at fáa fast samband.
Tað sigur Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu.
Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?
- Hann kemur at hava stóran týdning.
Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?
- So koma vit at halta aftaná restini av landinum, eins og vit gera nú.
Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki?
- Nei, tað havi eg ikki, sigur Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur í blaðsølurnar í dag, er serblað um Suðuroynna. Her eru samrøður um vinnu og ymiskt annað í oynni.
Í blaðnum seta vit øllum sjey borgarstjórunum í Suðuroynni somu spurningar, sum borgarstjórin í Hovs kommunu, Delmar Tausen, her hevur fingið.
Allir borgarstjórarnir eru við í blaðnum, sum fæst til keyps í blaðsølunum.