Signe vil hava ein sigur í kvøld

Í dag skal føroyska kvinnulandsliðið aftur í eldin, tá ið Kýpros vitjar á Tórsvølli

Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, til seinastu venjing undan dystinum í morgin. Mynd: Bjarni Enghamar

Í dag skal føroyska kvinnulandsliðið aftur í eldin, tá ið Kýpros vitjar á Tórsvølli. Føroyska liðið hevur enn fyrstu stigini til góðar í UEFA Nations League kappingini, nú fjórði dysturin er á skrá í dag.

 

Liðið hevur spælt móti Montenegro og Aserbadjan á heimavølli og móti Kýpros á útivølli. Í øllum trimum dystunum hevur talan verið um tepur tap, og tí er tað eitt sera svangt lið, sum ætlar sær øll trý stigini til dystin móti Kýpros í morgin.

 

– Vit hava verið nær við at vinna stig í hinum dystunum, og serliga fríggjadagin helt eg at vit høvdu uppiborðið meira. Vit hava lagt nógv arbeiði í at blíva betri á síðsta triðinginum, og so trúgva vit uppá, at tað arbeiði fer at løna seg í morgin. Vit taptu 1-0 niðri á Kýpros, so vit vita at tað saktans kann koppa okkara veg, men at tað krevur grót hart arbeiði, sigur Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, sum letur væl at fyrireikingunum.

 

Dysturin millum Føroyar og Kýpros byrjar klokkan 18:00.

 

Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, til seinastu venjing undan dystinum í morgin. Mynd: Bjarni Enghamar