Veltan: Eitt grønmetisfelag fyri øll

Veltan skal nú verða eitt landsfelag fyri øll, sum hava áhuga fyri velting. - Broytingin verður viðgjørd á aðalfundinum hjá felagnum hin 30. august, sigur Katrin Petersen.

 

Veltan, sum er eitt áhugafelag fyri fólk við áhuga fyri velting, hevur higartil verið eitt felag, sum fyrst og fremst hevur verið virkið í Sandoynni.

 

Men, nú sambandið millum Sandoynna og restina av landinum batnar munandi við Sandoyartunlinum, er tíðin komin at gera Veltuna til ein felagsskap fyri allar føroyingar við áhuga fyri velting. 

 

- Vit hugsa okkum, at einstaklingar kunnu lima seg inn, men eisini, at felagið hjálpir til við at skipa felagsvelting í fleiri støðum í landinum, og at Veltan fær ein størri bólk av vinnuligum framleiðarum sum frálíður.

 

Tað sigur Katrin Petersen, forkvinna í Veltuni.

 

##med2##

 

Veltan hevur aðalfund í Ísansgarði á Sandi hin 30. august, og tá verða ætlaðu broytingarnar viðgjørdar og avgerð tikin.

 

Fyri aðalfundin verður kunning um virksemið og rundvísing í vakstrartunlunum hjá Veltuni. Eisini verður suppa at fáa. Nýggir og gamlir limir eru vælkomnir.

 

- Tiltakið er lagt soleiðis, at tað passar til túrin hjá Teistanum av Gomlurætt klokkan 17.20, og byrjar tískil klokkan 18. Aðalfundurin byrjar klokkan 19, sigur Katrin Petersen.

 

##med3##