skiparin á Kamaro, sum sjómanstrúboðarin, Torleif Johannessen, hevur hitt umborð á skipinum í Kollafirði í dag, nú teir løgdu veiðina upp. - Noreg hevur eina felagskvotu av botnfiski undir Føroyum, og í løtuni [...] hálva triðju viku á Suðuroyarbankanum og hava umleið 100 tons av avhøvdaðum fiski. - Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, hóast vit altíð ynskja okkum meiri fisk. Vit hava ligið um seks tons um samdøgnið [...] fiska av hesi kvotu, sigur skiparin, Oddvar Ervik. Tað er saltfiskavirkið Vaðhorn á Strondum, sum hevur keypt veiðina hjá norska línuskipinum. Kamaro fer eftir ætlan út aftur at royna í umleið tvær vikur
ella Donald Trump greiðan meiriluta, men nú restar lítið í. Í løtuni hevur Hillary Clinton 2.141 umboðsfólk, meðan Bernie Sanders hevur 1.321 umboðsfólk. Reini meiriluti hjá demokratunum er 2.383 umboðsfólk [...] ið eru eftir. Hjá republikanarunum hevur Donald Trump 950 umboðsfólk, og manglar 287 umboðsfólk til at náa reina meirilutan á 1237 umboðsfólk, meðan Ted Cruz hevur 560 umboðsfólk og manglar 677 umboðsfólk
Kórið, sum hevur 75 limir, var fyrst partur av Kvennakóri Reykjavíkur og var stovnsett í 1995. Nú er kórið sjálvstøðugt. Endamálið hevur alla tíðina verið at savna sangglaðar eldri konur, sum hava sungið [...] uttanlandsferð kórsins. Kórleiðari er Ágota Joó, og maður hennara, Vilberg Viggóson, hevur undirspælið, eins og hann hevur útsett mong løg fyri kórið. Sigrún Ósk Ingadóttir og Ragna S. Bjarnadóttir syngja
vera í minking. Stóri kongafiskur hevur verið á søguliga lágum støði í fleiri ár, men seinastu tvey árini hevur sæð betri út. Reyðsprøkan er eisini væl fyri, men lítið hevur verið at fáa av kalva seinastu [...] árini. Lítli kongafiskur og gullaksur tykjast vera støðugir, men svartkjafturin er í betring. Har hevur lítið verið at fáa í fleiri ár, men í ár er líkt til, at tilgongdin er batnað.
Brússel, og út gjøgnum vindeyga síggi eg, at ein bilur frá herinum hevur stongt vegin. Annars sær alt friðarligt út. Belgiska stjórin hevur boðað frá, at trygdarstigið verður hækkað upp á hægsta stig. Se [...] frá donsku tilbúgvingini. Tað sigur Kate Sanderson, sendikvinna Føroya til ES, aftaná at yvirgangur hevur rakt belgiska høvuðsstaðin í morgun. Sjálv visti hon ikki av nøkrum, fyrr enn hon var á veg til arbeiðis [...] Sendikvinnan væntar eisini, at tað fer at merkjast á trygdini, men sigur, at trygdarstigið hevur verið høgt síðani yvirgangsálopini í Paris. - Álopini fara at hava langtíðar avleiðingar fyri trygdina í býnum
serliga tann seinni sangurin, ið mangur fótbóltsfjeppari um allan knøttin hevur tikið til sín. Fyri sín skapandi og nýggja sang hevur Sean Kennedy fingið eitt árskort til heimadystirnar hjá Wigan í komandi [...] Um tað er nakar sangur, ið hevur fylt nógv í hesum EM-endaspælinum, so man tað vera íspunni sangurin Will Grigg's on fire , ið snýr seg um ein norðurírskan áleypara, sum sat á bonkinum í øllum fýra dystunum [...] síðani HM 1982, fór tað ikki óvæntað at snúgva seg um Will Grigg. Facebook-síðan Will Griggs on fire hevur lagt eina kykmynd út á Facebook, har tað enn einaferð verður sungið um Will Grigg. Tann upptøkan sæst
sum staðfestir okkara sjálvsavgerðarrætt. Hinvegin hevur danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, aftur og aftur ávarað føroyingar, tí hann hevur staðfest, at samtykkja føroyingar eina grundlóg, sum [...] hildið fast um sín sjálvsavgerðarrætt, tó at hann er ikki viðurkendur. - Men tað er akkurát hetta, sum hevur flutt okkum framá í øllum málum, at vit alla tíðina hava tvíhildið um, at vit okkara sjálvsavgerðarrætt [...] , hava vit endaliga meldað okkum inn í danska ríkið, og so missa vit ta amboðið, sum alla tíðina hevur flutt okkum framá sum tjóð, sigur Høgni Hoydal. Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tað er spell, at
gjørdi tað møguligt hjá skipum og virkjum at koma til IRF við oljuni, púrasta ókeypis. - Hetta átak hevur havt við sær, at vit hava reinar firðir í Føroyum í dag, vinnuni og umhvørvinum at frama. Tað sigur [...] fyri Spilloljuverkið og tryggja, at verkið varð ISO 14001 góðkent. - Hesa altjóða ISO góðkenning hevur IRF fingið nú í juli, og fingu starvsfólkini serstakliga nógv rós fyri, hvussu vælhildið og skipað [...] IRF eisini fekk rós fyri at ganga fremst í mun til ringbúskap, sum DNV-GL (fyrr Norsk Veritas) bert hevur sæð á sama støði hjá einari aðrari brennistøð í Danmark. - Í ringbúskapi er endurnýtsla í hásæti.
bingjan er farin aftur umborð á Smyril. Alifóður er turrfóður, men tað hevur regnað í bingjuna og tí er fóðurið upployst, og hevur dálkað fuglarnar. - Tað er ikki fyrrenn tey gera klár at vaska bingjuna [...] eftir, at talan var ikki um oljum men um lýsi. Les eisini: Illa dálkur fuglur á Tinganesi Síðani hevur verið leitað eftir dálkingarkelduni, og nú er hon funnin. Hans David Hansen, á sløkkiliðsstøðini í [...] varð byrgt av fyri at geva fuglunum høvi til at reinsa fjaðrarnar og Hans David Hansen sigur, at tað hevur eydnast væl. Í morgun sóu fuglarnir nógv betri út og nú eru allir farnir, uttan ein. Hann sigur Tinganes
fær ivasama heiðurin at vera ta tingfólk, sum hevur møtt ringast upp í løgtinginum. Av teimum 75 fundunum, sum løgtingið hevur havt hesa tingsetuna, hevur Magni Laksafoss kunnað møtt á 70 teirra – tí fimm [...] fimm tingfundir í hesari tingsetuni vórðu fyri løgtingsvalið 1. september í fjør. Av hesum 70 fundum hevur Magni Laksafoss verið burturstaddur 12 ferðir. Tað svarar til eitt fráveruprosent upp a 12. Næstur