Oddbjørn fekk sekkin

At tað ikki eydnaðist AB at vinna botnuppgerðina móti VB/Sumba tóktist vera dropin, sum sendi Oddbjørn Joensen úr AB

Fótbóltur

 

Seks stig eftir 11 dystir. Tað er laka úrtøkan, sum AB hevur havt fyrsta partin av fyrsta Formula-árinum, og tað var leiðslan í felagnum ikki nøgd við.

Í tíðindaskrivi, sum er lagt á heimasíðuna, verður staðfest, at samstarvið millum felagið og venjaran, Oddbjørn Joensen, er slitið, og at felagið fyribils hevur sett Terja L. Hansen sum venjara hjá hópinum.

Oddbjørn Joensen var venjari, tá AB í 1999 byrjaði leiðina úr fjóðru deild upp móti føroysku fótbóltstindunum. Uppflyting til triðju deild varð vunnin fyrsta árið, men tá felagið flutti í aðru deild, hevði Sámal Erik Hentze tikið við sum venjari.

Eftir at uppflyting til Formula-deildina varð vissað, varð Oddbjørn í vetur settur sum venjari hjá felagnum, har málið var at halda sessinum í Formula-deildini.

Við sigri á B36 í kappingini um Løgmanssteypið fekk AB eina framúr byrjan upp á kappingarárið, men í landskappingini hava teir tó ikki livað upp til hetta. Einasti sigurin á árinum er vunnin móti Skála á útivølli, og hartil hevur AB á heimavølli fingið javnleik móti GÍ, HB og VB/Sumba.