RÌKISFUNDUR
Lagið var sum heild gott á ríkisfundinum mánadagin í hugnaliga umhvørvinum í Leynum. Ikki minst grønlendski landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, var í góðum hýri.
Hann fekk bert ein spurning á tíðindafundinum í summarhúsinum í Leynum. Hann snúði seg ikki óvæntað um, hvørt Grønland hevur í hyggju at søkja um limaskap í EFTA.
Hans Enoksen greiddi umvegis tólk frá, at Grønland í løtuni hevur gott samstarv við bæði EFTA og ES, og ongar ætlanir eru um at søkja limaskap í EFTA.
Løgmaður til Grønlands
Hans Enoksen gjørdi eisini greitt, at hann hevur boðið Jóannes Eidesgaard, løgmanni, á vitjan í Grønlandi. Hetta helt Hans Enoksen vera eitt gott høvi at økja um samstarvið millum Føroyar og Grønland, sum hava eina ørgrynnu av málum til felags, helt hann fyri.
- Løgmaður skal bara siga, nær hann kann koma. Vit eru altíð klárir, sigur Hans Enoksen.
Løgmaður tók undir við partamanninum í Grønlandi um, at tað er nógv, Føroyar og Grønland kunnu samstarva um. Løgmaður ætlar sær eisini til Grønlands, men tað er í løtuni óvist, nær tað verður.











