Fótbóltur
Tað er ikki eiti á spælara, sum KÍ í dag kann borðreiða við fyri fjepparum sínum. Navnið, Denni Conteh, er kanska ikki heilt so kent fyri føroysk fótbóltsoyru, men handan hetta býr ein spælari, sum í nógv ár hevur verið millum teir heilt vandamiklu í donskum fótbólti.
Umvegis Lyngby og Hvidovre fóru Conteh í 1997 til franska Strasbourg, har hæddarpunktið ivaleyst var, tá teir í 1999 sendu sjálvasta Liverpool úr UEFA-Cup. Í hesum dystum skeyt Conteh eisini eitt av málunum, tá enska stórfelagið varð sent norður um Ermasund við 3-0 tapi í viðførinum. Seinni hevur hann spælt í Viborg, Herfølge, Sparta Rotterdam og í FC Nordsjælland.
Conteh, sum nú er 31 ára gamal, telist millum kvikastu framherjarnar í donskum fótbólti. Neyvleikin er kanska ikki heilt so stórur, sum hann er tað hjá øðrum áleyparum, men ferðin hjálpir honum fram til hópin av møguleikum, sum eisini meira enn so kasta mál av sær.
So tað tykist vera lítil ivi um, at KÍ við Conteh hevur fingið ein spælara, sum veruliga kann lyfta og hvessa álopsspælið hjá liðnum.









