WADA, sum er altjóða anti-doping umboðsstovan, hevur nú gjørt av at kanna súkklaran Alberto Contador, sum fyri góðari viku síðani vann størstu súkklukapping í heiminum, Tour de France.
Grundin til kanningina er, at Alberto Contador av nógvum var mettur at vera dopaður undir Tour de France, samstundis sum hann var partur av Operacion Puerto, sum gjørdist ein av størstu doping-skandalum innan súkkling nakrantíð.
WADA hevur tikið ímóti nøkrum skjølum frá týska doping-serfrøðinginum, dr. Werner Franke, sum knýta Contador saman við spanska doping-læknanum Eufemiano Fuentes. WADA samarbeiðir í løtuni við Jörg Jaksche, sum koyrdi á liði saman við Contador í Liberty Seguros.
Bæði Franke og Jaksche hava áður verið úti við harðligum ákærum ímóti spanska Tour-vinnaranum. Franke hevur enn tá lýst sigurin hjá Contador sum ?størsta svindulnummar í søguni.?
Ítróttarstjórin hjá Contador, Johan Bruynell, verjir sín súkklara og setur í staðin spurnartekin við gegnið hjá Franke.
- Hann vardi Danilo Hondo, tá hann bleiv tikin fyri doping í Murcia Runt. Spyrt tú meg, so sigur hann tað, sum hann verður goldin fyri at siga, sigur Bruynell.