hjartamál hjá Sambandsflokkinum at verja ta føroysku mentanina, serliga í hesum døgum, tá ávirkanin uttanífrá er so stór. Slíkt kostar, men pengar til mentan og list eru ein íløga, sum ríkar og mennir samfelagið [...] hendavegin vilja uppliva okkara serligu náttúru og mentan, sum eisini sæst aftur í listini. Men ikki minst fyri fólkið í Føroyum hevur mentanin stóran týdning. Fyri at føroyska mentanin skal kunna blomstra [...] at skapa dygdargóðar karmar fyri listafólk og harvið geva møguleikar fyri nýskapandi mentan og list í Føroyum. Tað er ein avgerandi treyt fyri allari samfelagsmenning, at føroysk mentan og andslív fáa rúmar
og endamálið hjá grunninum. Eitt nú kann hann ikki staðfesta, at pengar mangla í grunninum vegna tí óreglusemið, sum er farið fram í Eik Grunninum, og av tí, at tað ikki er staðfest, at nakað tap hevur [...] Í alt kostaði kanningin av Eik Grunninum 500.000 krónur – ein triðjing av tí, sum átti at verið brúkt, um alt skuldi verið kannað sambært kanningarfólkinum, Eyðfinni Jacobsen. Eyðfinnur Jacobsen skrivar [...] skrivar í frágreiðingini, at kanningin er skerd vegna tørvandi fígging, og at hann ikki hevur havt møguleika fyri at greina hvørjar avleiðingar tað hevur havt, at nevndin ikki hevur hildið seg til lógina og
steðgaði. Ætlanin var at reka blaðið víðari í nýggja felagnum. Samlaða uppgerðin higartil hjá Sigmund Poulsen vísir, at tað er eitt møguligt samlað virði í trotabúnum eftir Dimmalætting á 270.019 krónur [...] Leo Poulsen Á fundinum í Skiftirættinum hósmorgunin kom fram, at bústjórin ætlar at afturkalla keypssáttmálan millum Dimmalætting og D Media, sum er eitt nýtt felag, sum Dimmalætting stovnaði [...] Hetta krevur tó, at ymisku aktivini verða seld fyri eina positiva høga upphædd. Skuldin er uppgjørd í priviligerað krøv á 1.382.267 krónur, meðan trotabúgvakrøvini vóru 2.833.797 krónur, ella ein
aftur eftir ódnina, sum herjaði um mánaðarskiftið, februar og mars í fjør. Tað sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba. Sum vit skrivaðu í gjár, vildu samgongan annars ikki ganga krøvunum um endurgjald [...] skattgjaldarunum í Hvalbiar Kommunu, staðfestir Janus Thomsen. Hann sigur, at umframt sjálvt at gera sjálvt atløguplássið, skal tað eisini tryggjast ímóti brimi, og skal tað gerast, skulu pengar fylgja við, [...] hann fer at veita stuðul til skaðar, sum longu eru hendir. Men hóast samgongan ikki tók undir við tí í fyrstu syftu, varðveitir hann vónina um at fáa fíggjarligan stuðul úr andskassanum. Tað er hann ikki
fyrireika Suðuroyartunnilin. Hinvegin hevur tað verið ført fram á almennum fundi í Hovi týskvøldið, at skal tað eydnast at seta borin í til Suðuroyartunnilin, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, verður neyðugt [...] eisini er stór undirtøka í samgonguni fyri tí, og tískil kemur tað óvart á hann, at Jørgen Niclasen nú vísir tí aftur. Men tað skilst eisini á honum, at seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli. – Tað er drúgt [...] – Eg má viðganga, at tað kom rættiliga óvart á meg at, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú sigur at eingin játtan verður sett av til undirsjóvartunnil til Suðuroyar næsta ár Tað sigur
Tað er neyvan lættasta arbeiðið í verðini, tá japanskir hvalabátar veiða sildrekar í Suðuríshavinum, men í ár sleppa teir undan eini keðiligari avbjóðing. Sea Shepherd, ið seinastu árini hevur roynt at [...] at órógva og steðga hvalaveiðuna hjá japanum í Suðuríshavinum, hevur í ár boðað frá, at felagsskapurin fer at halda seg burtur frá Suðuríshavinum. Orsøkin er einføld. Sambært bretska blaðnum the Guardian [...] at finna bátarnar. Tí hevur felagsskapin valt at geva skarvin yvir. - Tey hava lagt so nógvar pengar og orku í ársins hvalaveiðu, at vit onga vón hava um at finna skipaflotan og steðga teimum. Hjá okkum
kann eggja starvsfólkunum í bankanum, at taka óforsvarligar avgerðir, og at fara út um mark í royndunum at selja tænastur til fólk, eitt við at fáa fólk at táka lán, sum tey í roynd og veru ikki klára at [...] Nú skal tað ikki verða loyvt at geva starvsfólkum í einum banka, bonus, tá ið tey hava selt eina ávísa nøgd av tænastum fyri bankan. Tað staðfesti Helena Dam á Neystabø, sum er talskvinna fyri Javnaðarflokkin [...] bankavirksemi at gera. Helena Dam á Neystabø sigur, at tað hevur ikki verið óvanligt, at starvsfólk í einum banka, sum eru serliga íðin at selja viðskiftafólki partabrøv, ella aðrar tænastur, hava fingið
Elisa Heinesen hevur búð í London í meira enn tjúgu ár, og har hevur hon arbeitt sum klædnasniðgevi fyri kendar fyritøkur. Fyri fimm árum síðani átti hon tríburar, og tað broytti hennara støðu munandi [...] vil. Tað passar mær væl. Trygdarnet kann vera gott at hava, men tú kanst eisini koma at hvíla í so nógv í tí, sigur hon. [...] munandi. Eftir ein steðg frá mótavinnuni í nøkur ár, arbeiðir Elisa nú aftur miðvíst við at sniðgeva klæði, og nú ger hon tað undir sínum egna merki, sum hon byggir upp frá grundini. - Eg umhugsaði, hvat eg skuldi
kanska eitt sindur longri at avfólka Suðuroynna. Allur útviklingur í Føroyum er uppsteðgaður sunnan fyri Skopunarfjørð? Hví? Tí alt er í og rundan um Tórshavn, og tað má kanska vera so, men so eiga vit onnur [...] sum samgongan førir. So langt fór javnaðarflokkurin. Var tað ikki ein løg-maður, sum segði í seinasta mánaða í fjølmiðlunum, at so leingi hann var løgmað-ur, skuldi samgonguskjalið haldast??? Meinti tú [...] útoyggjunum. Tykkara politikkur røkkur bert til Tórshavnar og nærmasta umhvørvið, soleiðis at bæði norðast í Føroyum, men einamest sunnanfyri, doyggja Før-oyar út. Sandoyggin verður avfólkað innan fyri heilt fá
eg eri í Føroyum, sigur Kieron, sum sigur seg ongantíð hevði kunnað ímyndað sær, at hann fór at enda í Føroyum. - Sjálvsagt so kendi eg Teitur, áðrenn eg kom higar. Budam og Orka hevði eg hoyrt í Frankaríki [...] støði, og í dag spyrja tey ikki eftir, hvar tú ert frá. Tað er heilt upp til tónleikararnar sjálvar, sigur Kieron, sum samstundis leggur dent á, at hóast talent so krevst bæði hart arbeiði, pengar og kontaktir [...] tað kendi eg ikki nógv til Føroyar ella føroyskan tónleik. Inntil víðari hevur uppihaldið hjá Kieron í Føroyum verið útmerkað. - Fólk eru ótrúliga fitt og blíð. Konseptið handan G! er eisini fantastiskt