Síðsta orðið er ikki sagt enn um Suðuroyartunnilin

Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, er illa við at tí, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, segði um Suðuroyartunnilin

– Eg má viðganga, at tað kom rættiliga óvart á meg at, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú sigur at eingin játtan verður sett av til undirsjóvartunnil til Suðuroyar næsta ár

Tað sigur Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Jørgen Niclasen segði við KvF, at íløgukarmurin er sprongdur næsta ár og tí er ikki rúm fyri at seta pening at fyrireika Suðuroyartunnilin.

Hinvegin hevur tað verið ført fram á almennum fundi í Hovi týskvøldið, at skal tað eydnast at seta borin í til Suðuroyartunnilin, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, verður neyðugt at seta 6-7 milliónir av til forkanningar næsta ár, og somu upp hædd aftur í 2021.

Og tá ið Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot um at endurnýggja ferjurnar hjá Strandferðsluni, vóru Erhard Joensen og Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, rørand samdir um, at peningur skuldi setast av til Suðuroyartunnilin næsta ár.

Erhard Joensen sigur, at hann hevur merkt, at tað eisini er stór undirtøka í samgonguni fyri tí, og tískil kemur tað óvart á hann, at Jørgen Niclasen nú vísir tí aftur.

Men tað skilst eisini á honum, at seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli.

– Tað er drúgt at viðgera fíggjarlógina, og tað kann nógv henda frá nú og til hon er samtykt, sigur hann.

Hann sigur, at á næsta tingfundi ætlar hann at fáa orðið á Jørgen Niclasen um málið.

– Eg leggi øgiliga stóran dent á, at fáa pening settan av til Suðuroyartunnilin næsta ár, so at alt forarbeiðið er gjørt, og tað verður klárt at bora, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, sigur hann.

Skal tað eydnast, mugu pengar setast av næsta ár - og tað er eisini heilt avgjørt endamálið, sigur hann.