Alt havt høgt støði

Kieron Tyler frá bretska tónleikablaðnum MOJO er eisini ein av teimum mongu útlendsku tíðindafólkunum, ið er hugtikin av føroyskum tónleiki.

 

- Hetta er fyrstu ferð, eg eri í Føroyum, sigur Kieron, sum sigur seg ongantíð hevði kunnað ímyndað sær, at hann fór at enda í Føroyum.

 

- Sjálvsagt so kendi eg Teitur, áðrenn eg kom higar. Budam og Orka hevði eg hoyrt í Frankaríki fyri fýra árum síðan, men annað enn tað kendi eg ikki nógv til Føroyar ella føroyskan tónleik.

 

Inntil víðari hevur uppihaldið hjá Kieron í Føroyum verið útmerkað.

 

- Fólk eru ótrúliga fitt og blíð. Konseptið handan G! er eisini fantastiskt. Her hugsi eg serliga um, hvussu nógvir aldrar eru blandaðir á festivalinum. Tú sært alt frá smábørnum, ið savna fløskur, til ung sum lurta eftir tónleiki og so aftur tilkomin og eldri, ið eisini hugna sær. Stemningurin verður einanstandandi av tí sama, og havi eg ikki sæð tað oftani áður, sigur Kieron.

 

- Eg má siga sum er, at allur tónleikurin, sum eg havi hoyrt, hevur havt eitt ótrúliga høgt støði. Hóast sumt ikki er mín stílur, so hevur støðið verið høgt, sigur Kieron, sum tó ikki vil úttala seg specifikt, hvat honum dámar føroyskan tónleik. Tað má hann grundað yvir fyrst.

 

Sambært Kieron er ongin forðing fyri, at føroyskir bólkar skulu fáa altjóða succes.

 

- Hví ikki? Eg meini so við, hví ikki? Teir hava eitt øgiliga høgt støði, og í dag spyrja tey ikki eftir, hvar tú ert frá. Tað er heilt upp til tónleikararnar sjálvar, sigur Kieron, sum samstundis leggur dent á, at hóast talent so krevst bæði hart arbeiði, pengar og kontaktir fyri at sláa ígjøgnum í Europa.