Nú skal tað vera ólógligt at geva bankafólki bonus

Nú skal tað ikki verða loyvt at geva starvsfólkum í einum banka, bonus, tá ið tey hava selt eina ávísa nøgd av tænastum fyri bankan.

Tað staðfesti Helena Dam á Neystabø, sum er talskvinna fyri Javnaðarflokkin, nú løgtingið viðger ymisk viðurskifti, ið hava við bankavirksemi at gera.

Helena Dam á Neystabø sigur, at tað hevur ikki verið óvanligt, at starvsfólk í einum banka, sum eru serliga íðin at selja viðskiftafólki partabrøv, ella aðrar tænastur, hava fingið fíggjarliga virðisløn frá bankanum fyri tað.

Hon heldur, at tað kann vera óheppið, tí tað kann eggja starvsfólkunum í bankanum, at taka óforsvarligar avgerðir, og at fara út um mark í royndunum at selja tænastur til fólk, eitt við at fáa fólk at táka lán, sum tey í roynd og veru ikki klára at forsvara.

Starvsfólk í bankanum verða mangan kallað kundaráðgevarar, men onkuntíð hava tey kanska heldur verið sølufólk hjá bankanum, heldur enn ráðgevari hjá viðskiftafólkunum.

Men Helena Dam á Neystabø sigur, at nú skal tað ikki longur vera lógligt, at bankafólk fáa fíggjarligt bonus frá bankanum fyri at selja nógv. Og sostatt er vónin, at tey fara at virka meiri sum ráðgevari hjá viðskiftafólkunum, heldur enn sølufólk hjá bankanum, sum kanska eggja fólki til at læna seg út at eggini, segði hon.

 

Eisini Pauli Trónd Petersen tingmaður fyri Tjóðveldi, heldur, at hesar bonusskipanirnar kunnu hava freistað bankafólk til at hugsa meiri um seg sjálvi enn um viðskiftafólkini og tað skerst ikki burtur, at upp undir bankakreppuna vóru tað nógvir føroyingar, sum mistu nógvar pengar, tí teir høvdu keypt partabrøv og obligatiónir, sum onki kom burtur úr.