við nógvum fjepparum. Nakrir av føroysku spælarunum spæla í góðum feløgum. Tað er møguligt, at fólk heima í Slovenia ikki kenna teir, men vit vita hvat teir føroysku spælararnir megna. Sigur Aleks Vlah við [...] við heimasíðuna hjá slovenska hondbóltssambandinum: - Almenningurin í Slovenia sær møguliga Føroyar sum eina eksotiska hondbóltstjóð. Men talan er um eitt ógvuliga seriøst lið, ið vit skulu taka í størsta
Søren Gade, fólkatingsformanni, á gestalistanum til "kurin" hjá kongshjúnunum sunnudagin. Móttøkan, sum tey á donskum kalla »kur«, verður beint eftir Statsráðið sunnudagin, har Fríðrikur krúnprinsur fær [...] løgmaður er millum tey innbodnu. Greitt er tó, at Marie, kona Joakim prins, ikki verður við. Hon verður heima í Washington D. C. í USA, meðan Joakim prinsur verður við til hátíðarhaldið hjá beiggjanum. Bara onnur [...] til hátíðarhaldið í Danmark, Jane Alison Stephens. Um greivindur, komtessur, prinsar og prinsessur, sum eru børn í kongafamiljuni, verða við, hevur kongshúsið ikki upplýst um enn. Pápi komandi drotningina
dyst, tí Mjølnir og SÍ eru ávikavist nummar eitt og tvey í landskappingini. Tað vóru eisini tey bæði, sum vóru í steypafinaluni í fjør, har Mjølnir vann 3-1. Mjølnir spælir aftur leygardagin, tá Fleyr vitjar [...] einum og sama bólki í steypakappingini, og spælt verður bert eina ferð móti hvør øðrum – altso ikki heima og úti. Fýra tey bestu møtast so á stóra hálvfinaludegnum í Klaksvík 10. februar, har nr. 1 í bólkinum
Sum ung svam Silja Strøm nógv, og hetta hevur eisini givið íblástur til listaverkið. “Verkið hjá mær flytur seg millum jarðbundin motiv og leysari myndir. Kroppar eru defineraðir tættari at hvør øðrum [...] Hon býr í London, men arbeiðir nógv í Føroyum. Silja Strøm hevur havt nógvar framsýningar úti og heima m.a. serframsýningina Listaleikir á Listasavni Føroya í 2019. Hon var somuleiðis við til at prýða
gjørdist spurin segði hon við meg: Ver eisini góður við biologisku beiggjarnar, sum tú ert við fostursystkini Atla og Katrinu, og ver eins góður við biologiska pápa tín, sum við fosturpápan. Hesi ráðini legði [...] var Hanna Neshamar, ið var ein teirra, sum í dag avdúkaði minnissteinin. Eftir sat maður hennara við sjey børnum - sjey móðurloysingum. Men aftur hesaferð var tað sum ein hægri makt kom teimum til hjálpar [...] Soleiðis greiddi Signar á Brúnni, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, frá í røðuni, sum hann helt, tá minnisvarðin yvir kvinnur, deyðar í barsilssong, varð avdúkaður í Fuglafirði: »Nógv fólk hevði
konina, sum arbeiddi saman við konu míni. At pakkarnir gleða sjófólkið, kann eg skriva undir uppá, og eg vil fegin takka øllum, sum lata pakkar til sjófólkið, sigur Jógvan Elias, sum nú siglir sum yvirstýrimaður [...] pakka frá konu úr Havn, sum kallaðist Sólrun Poulsen. Eg var glaður fyri pakkan og fann eina heimasíðu á netinum. Har kundi eg velja mynd og skriva heilsan á eitt digitalt postkort, sum eg sendi til Post Nord [...] hevði fingið takkarkort. Tá segði Sólrun, at hon hevði fingið takkarkort frá einum, sum sigldi við Akranesi, og sum kallaðist Jógvan Elias. Teir høvdu hildi jól í Rottardam. Tá segði ein av kvinnunum,
Hvar helt tú nýggjár? - Heima á Sandi saman við familjuni. Tað sigur Fríði Nolsøe. Hvat var tað besta, sum hendi í 2023? - At tað hevur gingið allari familjuni væl, og at vit endiliga fingu fast samband [...] samband um fjørðin. Hvat var tað keðiligasta? - At eg misti eina mostur, sum stóð mær nær. Fríði Nolsøe sigur, at hann í tí dagliga gjarna gloymir tey keðiligu tingini skjótt. Gevur tú eitt nýggjárslyfti? -
Hvar helt tú nýggjár? - Eg var heima hjá okkum sjálvum, og eg geri ikki so nógv burtur úr nýggjársaftan. Tað sigur Steinbjørn O. Jacobsen í Klaksvík. Hvat var tað besta, sum hendi í 2023? - Eg eri takksamur
varð boðin. Seinni hugnaðu vit okkum heima við góðum mati. Um kvøldið var bál og fýrverk. Tað sigur Harriet Joensen í Vági, sum er ættað av Nesi. Hvat var tað besta, sum hendi í 2023? - Tað besta í 2023 er [...] Eg havi ikki nakað serligt nýggjárslyfti. Allan tann seinasta dagin i árinum reflekteri eg um árið, sum er farið. Hesin dagurin hevur stóran týdning fyri meg. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024? - Eg vóni
verður hildin heima í Pætursgøtu saman við abbasynum, børnum, verbørnum, verforeldrum og konuni. Tað sigur Karlot Hergeirsson, sum hevur síni ættarbond í Nólsoy. Hvat var tað besta, sum hendi í 2023? - [...] álvarsligan mannskaða. Hvat var tað keðiligasta? - At tú sum løgtingsmaður noyðist at taka nakarar avgerðir, sum kunna raka summi fólk persónliga, men sum tú følir, at tú hevur skyldu til at taka, tí tú metir [...] ikki sum so, men tað hevði verið gott, at mist nøkur pund og rørt seg meira. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024? - At tað gongur børnum og familju væl. At tað kemur ein loysn á teimum kríggjum, sum herja