Hvar helt tú nýggjár?
- Heima á Sandi saman við familjuni.
Tað sigur Fríði Nolsøe.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2023?
- At tað hevur gingið allari familjuni væl, og at vit endiliga fingu fast samband um fjørðin.
Hvat var tað keðiligasta?
- At eg misti eina mostur, sum stóð mær nær.
Fríði Nolsøe sigur, at hann í tí dagliga gjarna gloymir tey keðiligu tingini skjótt.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Ja, fleiri, men tey halda sjáldan, sigur hann brosandi.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024?
- Mínar vónir eru, at tað fer at gangast familjuni væl, og at nøkur spennandi tiltøk fara at gerast veruleiki, sigur Fríði Nolsøe.