Seinnapartin klokkan 17 verður søguliga løtan í Mercedes Benz Arena í Berlin. Føroyska manslandsliðið spælir fyrsta søguliga dystin í einum EM-endaspæli. Mótstøðulið okkara í hesum søguliga dystinum verður Slovenia.
Vinstri bakkurin hjá Slovenia, ið spælir við Aalborg í bestu donsku hondbóltsdeildini slær fast, at Slovenar hava virðing fyri Føroyum.
- Hetta verður ein torførur dystur. Nú spæli eg hondbólt í Skandinavia, og eg veit, at føroyingarnir fara at møta til dystin púra róligir, og uttan nakað trýst, og teir fara eisini at møta við nógvum fjepparum. Nakrir av føroysku spælarunum spæla í góðum feløgum. Tað er møguligt, at fólk heima í Slovenia ikki kenna teir, men vit vita hvat teir føroysku spælararnir megna. Sigur Aleks Vlah við heimasíðuna hjá slovenska hondbóltssambandinum.
Men so leggur Aleks Vlah aftrat: - Vit mugu vinna hendan fyrsta dystin í innleiðandi bólkaspælinum.
Um Føroyar sigur slovenski landsliðsvenjarin, Uroš Zorman við heimasíðuna hjá slovenska hondbóltssambandinum: - Almenningurin í Slovenia sær møguliga Føroyar sum eina eksotiska hondbóltstjóð. Men talan er um eitt ógvuliga seriøst lið, ið vit skulu taka í størsta álvara. Vit eru favorittar, og tað ætla vit ikki at renna frá. Dysturin verður heilt víst avbjóðandi. Í dag vita øll lið hvussu ein spælir hondbólt. Føroyska liðið hevur ikki so høgar spælarar, men av tí sama spæla teir við høgari leikferð við einari intensari rútmu. Føroyingarnir eru eisini aggresivir í verjuni. Men vit hava eisini okkara styrkir. Eg vil hava, at okkara menn hava ein góðan dyst, har allir eru ídnir og stríðast av øllum alvi, sigur Uroš Zorman.
Sendingin á KVF úr Berlin byrjar klokkan 16.15.
Í Slovenia vera tað TV Slovenija 2 og TV Arena Sport, ið vísa dystin millum Slovenia og Føroyar, um tað skuldi hent seg, at onkur føroyingur er staddur í Slovenia.