Hvar helt tú nýggjár?
- Eg var heima hjá okkum sjálvum, og eg geri ikki so nógv burtur úr nýggjársaftan.
Tað sigur Steinbjørn O. Jacobsen í Klaksvík.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2023?
- Eg eri takksamur fyri, at eg náddi tey 75 árini.
Hvat var tað keðiligasta?
- Tað kom illa við, at kona mín datt, breyt mjødnina og er ikki komin fyri seg aftur enn.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Eg havi ongantíð givið nýggjarslyfti. Ynski bert øllum eitt gott 2024.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024?
- Eg havi góðar vónir til 2024. Harrin fer at signa okkum, bæði á sjógvi og landi. Tað er mín hjartans bøn, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.