vera. Endurtøka av 1995? GÍ gav eina ávaring um, at teir framvegis eru eitt lið, sum roknast kann við, og um ikki alt ov langa tíð skal oddaliðið HB til Gøtu. Um KÍ megnar at fylgja við inntil tá og GÍ heldur [...] dystinum hevði tað annars gingið rættiliga javnt á. Heimaliðið hevði eina lítla yvirvág, men dysturin um miðjuna var ikki avgjørdur, tá leiðslumálið kom. Eftir fyrsta málið trýsti NSÍ spælið eitt sindur longri [...] var nóg illa byrjaður, áðrenn bólturin aftur lá í málinum hjá Milanovic. Eitt hornaspark úr høgru fór um eitt GÍ-høvd á stongina, og bólturin stakk út til endurrisna Símun Petur Justinussen, sum lameteraði
Eimskip verði einsamøll um at røkja seinastu árini, og tað verða hesi reiðaríini, sum fara at merkja kappingina harðast. ? Stóri ferðafólkaflutningurin til og úr Føroyum er um summarið, men vit halda at [...] í endan av august mánaða. Seinastu árini hevur Norrøna verið einsamøll á ferðafólkarutuni sjóvegis um summarið, og Smyril Line hevur spakuliga roynt at gera summarhálvárið hjá Norrønu longri. Í ár varð [...] merkir at nú sleppa tey, sum hava flúgvinervar undan at verða noydd til at seta seg í ein flúgvara, um tey ætla sær til Føroya á vetri. Norrøna fer í vetur at sigla eftir somu ætlan, sum hon ger í summarskránni
útvegað peningin, sum skal til fyri at fáa eina svimjihøll í bygdini. Í tí sambandinum skipað tey, fimta árið á rað, fyri Ovastevnu í Nólsoy. Stevnan byrjar, við rættuliga fjølbroyttari skrá, fríggjadagin og [...] Leo Poulsen, sum er í stevnunevndini. ? Men tað plagar at verða so, at hevur ein »dumma« seg gjøgnum árið, so kann verða vísur í at verða við í kabarettini. Sum skilst, so er evnið í kabarettini rættiliga [...] skemtunnar, sum til álvara. ? Tað var René Hansen, sum vann kappingina seinasta ár, men tað er óvist, um hann fer at verja heitið ár, sigur Leo Poulsen. ? Hann sigur at hann hevur ilt í rygginum. Onnur tiltøk
at vísa á, at lønin hjá tingmonnum er góðar 15.000 um mánaðin. ? Harafturat koma nevndarsamsýningar, sum plaga at liggja um 700-800.000 krónur um árið tilsamans. ? Tað gevur góðar 2.000 krónur í part til [...] tann, sum stýrdi arbeiðnum í løgtinginum. Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um tað, sum hevur verið frammi í seinastuni um at hækka lønirnar hjá tingmonnunum. Jógvan I. Olsen tekur undir við teimum, sum [...] umberingini frá tingmonnum. Eitt tal upp á 25.000 krónur um mánaðin hevur verið nevnt? ? Eg haldi ikki at tað ljóðar so ræðandi. ? Men sjálvandi- talan er um eina stóra lønarhækking. ?Men eg haldi eisini, at
vinstru nærdyst við Hans Fróða Hansen. Tað sá út, sum um B36 maðurin flutti HB mannin burtur við einum mjadnarsvingi, men dómarin metti ikki, at talan var um fríspark. Innleggið var flatt og lá akkurát ov langt [...] atgongugjaldið, tá B36 ognaði sær trý sera týdningarmikil stig og við sigrinum skapti spenning í kappingini um FM. Fimm sera góð mál, ein røð av uppløgdum og misnýttum málmøguleikum, onkuntíð væl umhugsað og h [...] at nerva HB. Fyrra partin av seinna umfarinum var B36 fullkomuliga á afturpartinum. Tað tóktist sum um tað vóru átta hvítir og fimtan stríputir á vøllinum. B36 menninir vóru statistar, miðvøllurin riggaði
vinna á HB. Viðhaldsfólkini fagnaðu sínum spælarum, og tað var um reppið, at mynd varð tikin av teimum! Tað hevði ikki verið so undarligt, um teir høvdu skipað fyri myndatøku, tí hjá B36 eru sigrarnir ímóti [...] málúrtøkan hesi ellivu árini er 53-29 til HB. Serliga í 1994 og í 1995 var HB greitt omaná. Fyrra árið vunnu teir 3-1 og 5-0, og í 1995 vunnu teir 5-0 og 5-1. Størsti sigurin hesi ellivu árini var í 1991 [...] allíkavæl ikki vann FM. Plástur á sárið var, at teir tíggju dagar seinni, hin 14. august, vunnu finaluna um løgmanssteypið ímóti HB. Úrslitið var 1-0, og málskjútti var Bergur Magnussen.
Janus Berthelsen. Skálamaðurin John Petersen styrkti munandi um liðið móti endanum av kappingarárinum í fjør, men enn er ikki greitt, um hann verður við í ár. Kvinnurnar hjá StíF, sum í fjør blakaðu eitt [...] Seinastu árini hava fleiri av fremstu fótbóltsfeløgunum her á landi valt at fara út um landoddarnar fyri at fáa sær venjara. Hetta sama er galdandi fyri hondbóltin, og fleiri av vanligu FM-favorittunum [...] hevur sett seg í samband við tey ymsu 1. deildarliðini fyri at frætta, hvør skal vera venjari, og um nakar nýggjur spælari er komin til felagið. Rumeni á odda fyri VÍF Føroyameistararnir úr Vestmanna
fyri nógv fleiri Sjálvt um tað í hesari - eini av teimum smæstu bygdunum í Føroyum - eru heili 10 børn av 24 íbúgvarum, so heldur Jógvan tó ikki, at tað er so øgiliga nógv at tosa um. ? Tá ið eg sjálvur var [...] sum tekin um, at bygdin heldur ikki fer at doyggja út, er nýbyggjan. Tølini eru kortini ikki tey stóru, men kortini, tá ið ein kann samanbera seg við Klaksvíkina, so kann tað tó siga nakað um støðuna. So [...] Jógvan heldur tó ikki, at tað er grundarlag fyri nógv fleiri íbúgvarara í bygdini. Í øllum førum ikki, um tey bara skulu hava landbrúkið at liva av. Og tað er ikki nógv annað enn landbrúk, sum fólkið livir
uppá fýra dagar í Hvannrók. Sjálvt um teir fingu nógv henda eina dagin, so er tann samlaði fongurin ikki so góður í ár. 10. august er tann besta tíðin farin, so um árið skal gerast betur, skulu teir helst [...] Um summarið ger Jógvan Joensen í Trøllanesi nakrar túrar við ferðafólki. Við á ferðini kunnu bæði verða útlendingar og føroyingar. Hesi fáa ein góða frágreiðing um tey ymisku støðini, og hvat er hent á
løgmans var til viðgerðar í tinginum og hann ætlaði at seta fíggjarmálaráðharranum eina røð av spurningum um hesi viðurskifti. Støðan ikki so ring Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri viðgongur, at trupulleikar [...] mánaða freistin er fyri, nær roknskapirnir skulu verða lagdir fyri tingið. ? Onki stendur í lógini um, nær teir skulu vera grannskoðaðir og goðkendir. ? Hetta er tó ikki ein umbering fyri, at tað hevur [...] tó at hann ikki var heilt fullfíggjaður. ? Tað, sum manglaði vóru upplýsingar frá Strandferðsluni um hallið í 1996 og onkrir upplýsingar frá lønjavningargrunninum. Endi fáast á óskilinum Karsten Hansen