ógvuliga álvarsliga og undra okkum á, at tað yvirhøvur letur seg gera, at politikkarar frá tingsins røðarapalli kunnu spilla fólk út og koma við grovum ábreiðslum um ódugnaskap. Vit halda, at eitt víst álit [...] Hvørji eru tey, sum eru óverdugt trongjandi og selvforskyldt í sínari støðu og misbrúka almannaskipanina. Hetta mugu tit trý definera og um so er, at tað finnast fólk, sum eru óverdugt trongjandi, hvat [...] túsund er tað kanska ikki so løgið, um onkur feilur kemur fyri. Sum politikkarir áttu tit at vita, at møgulig fá dømi, ikki eiga at føra til órættar generaliseringar. Tílíkt kann ofta vísa seg at verða skaðiligt
fáum árum síðani, at fólkapensjónin í Týsklandi ikki fer at verða nóg stór fyri tey, sum nú eru undir 40 ár. »Hon fer bert at rinda tað mest neyðuga«, ávaraði hann. »Alt, sum fer út um tað neyðuga, má gjaldast [...] roynt at gera okkurt, sum ikki kostar tað heilt stóra, t.d. at hækka pensjónsaldurin. Men endamálið er at skerja pensjónina, eingin ivi er um tað. »Vit tordu ikki at hækka pensjónsaldurin, tí tað er heilagt [...] arbeiði á hvørjum ári. Og fíggjarliga framtakið, tá tað kemur, fer ikki at loysa ta forskjóting, sum er í europeisku fólkasamansetingini, sum kemur av, at færri børn verða fødd, og at fólk livir longri. Síðan
aðrar við, og í 1979 lógin um dagpening undir sjúku og barnsburði fyri tímalønt og sjálvstøðug. Flokkurin fekk undirtøku fyri politikki sínum og legði dent á, at fáa somu sosialu rættindi sum lógir í Føroyum [...] Føroyum sum í Danmark. Tað er einki at breggja sær av, at hava slept hesum dýra solidariska hugtaki. Tað kemur dýrt at kosta, sanniliga. Reyði tráðurin hevur alla tíðina verið samhaldsfesti, solidaritetur [...] virksemi Javnaðarfloksins á tingi merkt av strembanini at fáa hesi mál framd, at fáa undirtøku fyri tí neyðuga, at gera samfelagið fjálgari hjá fólki at liva hampa lív. Lesa vit í Tingtíðindum, í blaði floksins
finnast spøl og uppgávur fyri bæði stór og smá og óhugni og hugni til øll. Í fyrsta flokki Spælið er stuttligt, spennandi og avbjóðandi, brúkaraflatan er vinarlig og nýskapandi, grafikkurin vakur og tónleikurin [...] ber tó til at savna saman goymd tíðarbil og á tann hátt at skrúva tíðina aftur. Ella ein kann goyma spælið so við og við í fleiri umførum, og so velja eitt goymt spæl, tá tíðin er farin, og halda fram [...] tónleikurin dárandi og væl njótandi. Og so hevur Jesper Klein lagt rødd til fleiri av myndunum og Kirsten Cenius lesur upp, og tað koma bæði stak væl frá. Tey hvørki yvirspæla teirra leiklutir ella kennast b
lum. Tað hevur fingið navnið Flight Simulator 98 og er hin 7. í røðini. Seinasta útgávan kom fyri bert einum ári síðani. At 98 er skoytt uppí bendir á, at spælið er framman fyri sína tíð, og tað er eisini [...] hugsa um at stýra flogfarinum. Ikki fyrr enn Microsoft byrjar at nýta luftmyndir í størri mun, tá DVD og enn sterkari teldur koma fram, fæst verulig realisma í landslagseftirlíkningina. Gott nýtt Tað góða [...] góða er, at spælið undirstuðlar nýggja forcefeedback joystick?ið, ið reint fysiskt ber seg at við smáum ristingum ella sterkum flytingum alt eftir, hvussu dugnaligur ein er at flúgva. Nýtt og gott er eisini
ara. Myst II eitur Riven, og spælið kemur til Danmarkar í november. Fólkið aftanfyri roknar við, at spælið fer at seta heilt nýggjan standard fyri grafikki á telduspølum, og spælið sjálvt er vorðið nógv [...] CD-Writer Plus og kostar umleið 5.000 krónur, men HP vónar sjálvt at kunna trýsta prísin so langt niður, at støðin kann nýtast sum ein vanlig floppy-støð. Tað kundi givið tí góðar møguleikar at blivið ein [...] Tað eru teir klonframleiðarar, sum Apple hevur útilokað frá víðari menning av Mac-teldum, ið royna at nýta Be sum eitt alternativ. Tað er ein ávísur møguleiki fyri, at Be kann koyra framtíðar forrit til
skuldina og at liva við teirri fíggjarætlan, sum nú einaferð er løgd. ? Vil tað siga, at vit í staðin fyri at gera íløgur, at veita skattalætta o. s. fr. skulu fara at gjalda uttanlandsskuld? ? Uttan at siga [...] ? Tað rætta hevði verið, at pengar vóru settir av at gjalda landskassaskuldini aftur fyri. Hesi greiðu niðurstøðu er Sigurð Poulsen, landsbankastjóri komin til. Hann vísir á, at nú tað sær út til at rentustøði [...] uppeftir, er tað av týdningi, at vit fara undir at gjalda skuldina sum skjótast, so hon ikki veksur enn meira. Hann sigur, at vit altíð verða noydd at meta um - ella finna eitt kompromi í millum at minka skuldina
eisini teir at hugsa um at fáa goldið skuld niður, heldur enn at gera aðrar íløgur, heldur Sigurð Poulsen, landsbankastjóri. Hann heldur tað vera skilabetri, at gjalda skuld, enn eitt nú at keypa ein nýggjan [...] enn at skifta út, og nýtið teir pengarnar at gjalda skuld niður við, heldur hann. Men nýtslan í Føroyum er ikki ov stór, leggur Sigurð Poulsen dent á. Men vit mugu ikki droyma um, at tað fer at lætta [...] áhugin brádliga fer at vaksa - og ov nógvar íløgur verða gjørdar í senn. Sigurð Poulsen heldur, at fólk hava lært at kreppuni. Men viðhvørt verður lærdómurin lagdur til viks í eini veikari løtu, vísir
men tað er upp á stutta tíð, sigur Sigurð Poulsen, landsbankastjóri. Tað er tí ilt at meta um, hvussu fer at verða í framtíðini. ? Men tað eru ymsar meiningar, vísir hann á. ? Summi halda, at tað er Týski [...] meira. Tað er kortini ikki vist, at vit skulu upp á eina høga rentu beinan vegin. Men kortini eiga vit at vera fyrivarin og minka um byrðuna - gjalda av lánunum, heldur landsbankastjórin. Hann sigur, at hetta [...] hevur ætlað at skapt ein hvøkk, fyri á tann hátt at steðga skeivu gongdini. Um so er, fær hetta óivað positiva ávirkan, heldur Sigurð Poulsen. ? Men er tað ein tendensur, so fer rentan at hækka enn meira
reiðaríini og flogruturnar fingu burtur úr, og tað er ikki smápengar. Og so fer man at hugsa, hví teir yvirhøvur tíma at koma hendavegin, í mjørkan, vindin og regnið, tað einasta, ið eg kann koma til er [...] loyvi at spæla Várharra upp á hendan mátan. Vit ganga her á Guds grønu jørð í umleið 75 ár og tað er okkara plikt og skylda at lata tað frá okkum, sum vit fingu tað frá okkara foredrum, so gott vit nú [...] í fjørðin, verður galin endi. Tað nýtist man ikki at vera biolog, revisor ella merkonom fyri at rokna út, tað kann hvør óviti rokna seg fram til. Tað eru nógv dømi um tað allastaðni runt um í verðini,