Magnus og Mýggjabitin

Magnus og Mýggjabitin 2 er minst líka hugtakandi, spennandi, fjølbroytt og hugnaligt sum fyrsta útgávan

Tekstmaskinan


Magnus og Mýggjabitin gera tað aftur. Í fjør gjørdist CD-rom?in við teimum báðum ævintýrunum mest selda CD-rom fyri børn, og við nýggju 2?ara útgávuni, Hin Stóra Skattajaktin, fara teir heilt víst at leggja seg á odda aftur. Hin Stóra Skattajaktin er veruligt danskt undirhald fyri alla familjuna. Har finnast spøl og uppgávur fyri bæði stór og smá og óhugni og hugni til øll.


Í fyrsta flokki

Spælið er stuttligt, spennandi og avbjóðandi, brúkaraflatan er vinarlig og nýskapandi, grafikkurin vakur og tónleikurin dárandi og væl njótandi. Og so hevur Jesper Klein lagt rødd til fleiri av myndunum og Kirsten Cenius lesur upp, og tað koma bæði stak væl frá. Tey hvørki yvirspæla teirra leiklutir ella kennast betrivitandi mótvegis okkum.

CD?in er fyri børn millum 7 og 14 ár, men tað eru helst tey fægstu 14 ára gomlu, ið tekkjast glaða brøðraparinum. Til tess er ferðin ov lítil.


Óhugni á slottinum

Talan er um eitt ævintýrspæl, so tað ræður um at finna goymdar gøtur, taka upp smálutir, loysa gátur og alla tíðina at klikkja seg fram.

Magnus og Mýggjabitin skulu finna ein goymdan skatt á gamla slottinum í Paradísparkini. Um hetta ikki eydnast, verður slottið og parkin umskapað til eitt stinkandi ruskpláss.

Søgan fer fram í mongu rúmunum í slottinum. Í einum rúmi er eitt gamalt barnakamar, har til ber at spæla dart, í einum øðrum eitt spæl, har tað ræður um ikki at verða raktur av skøltum.

Í einum triðja rúmi skal ein byggja eitt model av sólarskipanini, og í fjóðra møta vit einum grovetara av einum spøkilsi, har ikki gerst annað enn at sleppa sær burtur í stundini.

Fyrrverandi húsfólkið á slottinum er komið aftur í spøkilsislíki, og tey ansa nú væl eftir skattinum. Áðrenn tey eru týnd burtur, ber ikki til at finna skattin. Allastaðni liggja smálutir, sum skulu nýtast at lata huðrar upp við, loysa gátur við o.s.v.

Uppgávurnar og spølini eru sera fjølbroytt. Summi ivaleysa løtt, sjálvt fyri tey yngstu, onnur krevja bæði størri systkin og foreldur nærhendis.


Klokkan slær tólv

Spælt verður upp á tíð. Spælið byrjar, tá urið í torninum slær 11, og áðrenn klokkan 12 má skatturin vera funnin. Hvørja ferð ein fer út úr einum rúmi, flytir vísarin seg eitt minutt fram. Á vegnu ber tó til at savna saman goymd tíðarbil og á tann hátt at skrúva tíðina aftur. Ella ein kann goyma spælið so við og við í fleiri umførum, og so velja eitt goymt spæl, tá tíðin er farin, og halda fram harfrá.


Fakta

Magnus og Mýggjabitin 2, Hin Stóra Skattajaktin, er framleidd av Ivanoff Interactive. Tað er eitt Windows 95 spæl og koyrir best á einum hálvstórum Pentium við minst 16 MB ram, Standard VGA og 100 MB fríum diskplássi. Til ber tó eisini at spæla spalið við bert tveimum MB løgdum yvir á harðdiskin.