? Tað rætta hevði verið, at pengar vóru settir av at gjalda landskassaskuldini aftur fyri.
Hesi greiðu niðurstøðu er Sigurð Poulsen, landsbankastjóri komin til. Hann vísir á, at nú tað sær út til at rentustøði úti í heimi kvinkar uppeftir, er tað av týdningi, at vit fara undir at gjalda skuldina sum skjótast, so hon ikki veksur enn meira.
Hann sigur, at vit altíð verða noydd at meta um - ella finna eitt kompromi í millum at minka skuldina og at liva við teirri fíggjarætlan, sum nú einaferð er løgd.
? Vil tað siga, at vit í staðin fyri at gera íløgur, at veita skattalætta o. s. fr. skulu fara at gjalda uttanlandsskuld?
? Uttan at siga, at hasi tingini ikki hava týdning - so verða vit noydd at minka um skuldina, sigur Sigurð Poulsen, sum tá skattalættin upp á 100 mió varð givini 1. januar í 1995 segði, at skuldi skattalætti veitast, var tað tá rætta løtan.
? Vit hava ein grundleggjandi feil í okka fíggjarpolitikki, sigur Sigurð Poulsen, sum leggur dent á, at hann ikki kastar nøkrum ávísum fyri hetta.
? Vit stramma altíð, tá tað gongu illa, og lætta um, tá búskapurin aftur lætnar. Hetta er ikki rætt. Vit áttu at gjørt beint tað øvugta. Trupulleikin er bara tann, at politikararnir uppfata tað sum eitt fólkakrav, at lætt verður um, tá tað búskaparliga gongur betur. Kreditorarnir krevur samstundis, at vit skulu stramma um, tá tað gongur illa, vísir Sigurð Poulsen á.
Eingin ímyndar sær, at gjaldast skal í 99
Hann vísir á ein vantandi politiskar vilja.
? Vilja vit hava handlifrælsi, tá tað gongur niður á bakka, mugu vit ganga ímóti fólkafatanini, tá tað gongur betur, heldur Sigurð Poulsen.
Men hetta krevur nógv av politikarunum, men ikki minst av almennu uppfatanini millum manna og av almenna kjakinum sum heild, vísir Sigurð Poulsen á.
Sigurð Poulsen heldur, at tað rætta hevði verið, at skuldini nú minkaði við einum talið millum 100 og 200 mió um árið.
? Lán falla til gjaldingar longu í 1999. Lánsbrøv falla til gjaldingar í desember í ár og í apríl komandi ár. Statslánini, sum gjaldast skulu í 1999 og 2000 eru upp á 2,3 mia og falla til gjaldingar innan tveir mánaðir, sigur Sigurð Poulsen, sum kortini vísir á, at eingin ímyndar sær, at vit skulu gjalda tey aftur tá - tað fara helst komandi avtalur at verða gjørdar um.
Kann ávirka sethúsalánini
? Men kunnu vit rokna við, at rentustøðið í Føroyum fer at hækka í næstum?
? Landskassin verður so ikki ávirkaður av tí, tí størsti parturin av lánunum hevur fastlagda rentu. Men skulu vit umfíggja lán í 1999, og rentan t. d. verður 4% hægri, so fer tað at kosta okkum dýrt. Taka vit tær 2,3 mia sum falla til gjaldingar um árskiftið 1999/2000 - so kostar ein rentuhækking upp á 4% okkum 100 mió í eykaútreiðslum, sigur Sigurð Poulsen.
? Men veksur rentustigið varandi, kann tá ávirka sethúsalánini. Tað hevur týdning, hvussu skjótt ein rentuhækking forplantar seg til økt trýst á innlánsrentuna í peningastovnunum - og tá hækkar sjálvandi eisini útlánsrentan, vísir Sigurð Poulsen á.
Rokna longu við hækkaðari rentu
Sigurð Poulsen væntar ikki, at vit fara at varðveita lága rentustøðið í langa tíð - og hugsa vit í einum fimm ára perspektivi, væntar hann at rentan er hækkað.
? Sum nú er er tað tann stutta rentan, vit kalla, sum hækkar fyrst. T. v. s. tey stuttfreistaðu lánini. Men longu nú sæst, at marknaðurin er farin at rokna við eini hægri rentu á teimum longru lánunum.
? Forwardrentan, sum tann væntaða rentan verður kallað, er longu hækkað frá 6 - 7%, sigur Sigurð Poulsen - og spennið gongur heilt niður í lán sum eru upp á 4 ár.
Sigurð Poulsen vísir kortini á, at hetta kann broytast upp á stutta tíð - upp á eina fýra mánaðir.
Men vit hava eina søguliga lága rentu. Fyri at samanbera skulu vit heili 40 ár aftur í tíðina, og er orsøkin tann, at vesturheimurin hevur fingið stýr á inflatiónini og at teir hava fingið ein ávísan vøkstur í búskapin uttan inflatión.
? Men fáa vit nú ein ókontrolleraðan vøkstur í USA ella í einum týðandi landi í Europa, so fáa vit eina hægri rentu.