Hava sethúsaánarar størri rásarúm, eiga eisini teir at hugsa um at fáa goldið skuld niður, heldur enn at gera aðrar íløgur, heldur Sigurð Poulsen, landsbankastjóri.
Hann heldur tað vera skilabetri, at gjalda skuld, enn eitt nú at keypa ein nýggjan bil.
Havið heldur møblarnar eitt ár longur, enn at skifta út, og nýtið teir pengarnar at gjalda skuld niður við, heldur hann.
Men nýtslan í Føroyum er ikki ov stór, leggur Sigurð Poulsen dent á. Men vit mugu ikki droyma um, at tað fer at lætta um enn.
Hyggjuráðini frá Sigurði Poulsen eru tí, at fólk skulu vera eins fyrivarin, sum tey hava verið seinnu árini.
Vit eru á rættari leið, men enn er áhugin fyri at gera íløgur í vinnulívið ikki nóg stórur. Tí er tað ein vandi, um áhugin brádliga fer at vaksa - og ov nógvar íløgur verða gjørdar í senn.
Sigurð Poulsen heldur, at fólk hava lært at kreppuni. Men viðhvørt verður lærdómurin lagdur til viks í eini veikari løtu, vísir hann á.