Tekstmaskinan
Microsoft gevur út enn eina útgávu av teirra kendu flúgvieftirlíkningsspølum. Tað hevur fingið navnið Flight Simulator 98 og er hin 7. í røðini. Seinasta útgávan kom fyri bert einum ári síðani.
At 98 er skoytt uppí bendir á, at spælið er framman fyri sína tíð, og tað er eisini greitt, at teldan má fáa bæði MMX, DirectX og 3D grafikk kort, til tess at gera rímiliga nýtslu av spælinum. Men kortini er á grafiska økinum langt til veruleikan.
Flight Simulator 98 hevur fleiri góðar nýggjar smálutir, men er alt í alt eitt vónbrot.
Við ella uttan MMX
Sjálvt við einum heilt stórum PC?ara hevur grafikkurin júst somu trupulleikar sum undanfarnar útgávur. Grafikkurin gerst grovkornaður og harvið óveruligur, beinanvegin ein kemur bert eitt sindur ov nær. Størsti munurin er, at við MMX er gjørligt at koyra við nøkrum av framkomnu grafikkmøguleikunum frá, sum áður var heilt ógjørligt, um ein skuldi hugsa um at stýra flogfarinum.
Ikki fyrr enn Microsoft byrjar at nýta luftmyndir í størri mun, tá DVD og enn sterkari teldur koma fram, fæst verulig realisma í landslagseftirlíkningina.
Gott nýtt
Tað góða er, at spælið undirstuðlar nýggja forcefeedback joystick?ið, ið reint fysiskt ber seg at við smáum ristingum ella sterkum flytingum alt eftir, hvussu dugnaligur ein er at flúgva.
Nýtt og gott er eisini, at øll verðin nú er á einum CD. 3.000 floghavnir spjeiddar um allan knøttin við knappliga 50 stórbýum.
Og sjálvandi er eisini gott nýtt fyri multiplayer. Um www.zone.com kunnu upp til 8 persónar fylgjast á einum 11 tíma longum túri um Atlantshavið, um teir hava hug og ráð.
Nýggj flogfør, millum annað ein tyrla, betrað flúgvilæra, nýggj flogævintýr og annað tilhoyr er eisini vorðið pláss til.
Fakta
Flight Simulator 98 krevur Windows 95 ella NT og SuperVGA við minst 800x600 punktum.










