minka danska ríkið við Føroyum, men at skipa felags umsiting, sum t.d. avtalan við Ísland í sínari tíð. Tað hevur áður verið sagt, at tað ber illa til at víðka um heimastýrislógina, við yvirtøkum o.s [...] við tí, eisini at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um stjórnmálanevnd, kann rúmast í hesum skjalinum. Tann búskaparliga síðan í samgonguskjalinum vísir, at danir skulu gjalda fyri broytingina. Um vit fáa
seksuallæru ella frálæru um kynsliga sambandið ímillum mann og kvinnu, er ongin ivi um hvat Bíblian lærir. Tann, sum byrjar at lesa Bíbliuna, sær beinanvegin hvat ætlan Guds var við menniskjanum. Gud skapti manninum [...] Eg vísti í grein míni á, at Gudmundur L. Joensen í »Fimmaranum« helt tey fyri gjøldur, sum í sínari tíð royndu at fyribyrgja, at frálærutilfar, sum eftir teirra meting stríddi ímóti læru Bíbliunnar, bleiv
, 5. juni, at fylgja við. Eftir eina drúgva forsølu eru tað í løtuni seld 28.000 atgongumerki til tann dystin! Stendur nógv uppá spæl Avrikini hjá FC Keypmannahavn í landskappingini í ár hava verið misjøvn [...] steypafinaluna. Sunnudagin 24. mai klokkan 15.00 standa feløgini aftur yvir fyri hvørjum øðrum, og til tann dystin eru eisini fleiri enn 30.000 atgongumerki seld. Leiðslan í FCK væntar, at tað eisini verður [...] sum DBU hevur sett at døma steypafinaluna, bríkslar dystin í gongd hósdagin klokkan 15.00 danska tíð, er tað triðju ferð í ár at FCK og Brøndby hittast. Fyrstu ferð var í heyst, tá FCK vann 4-1 í Parkini
um tað. Niðurstøðan var tá, at vit skuldu taka upp politiskar samráðingar, og er tann støðan galdandi, so er mín støða tann sama, sum hjá undanfarna løgmanni, men eg fái ikki úttala meg meira um tað. Í nýggja [...] Havar samráðingarnar verði strævnar? ? Tað sigur seg sjálvt, at tá samráðingarnar ganga yvir so stutta tíð, so verða tær strævnar. Týsdagin kom Dagblaðið á gøtuna og brendi eina av gomlu svadunum hjá Óla Breckmann [...] av skipasýninum eisini. Hetta er alt stórmál, men fyrireikingararbeiði hevur verði í gongd í longri tíð, og tí skulu samráðingarnar við danir í gongd beinanvegin, sigur Anfinn Kalsberg. Ríkisviðurskiftini
luttaka í hesum arbeiði í tann mun, sum samgongan vil hava okkum við, fyri at tryggja, at tær broytingar, sum henda, ikki fáa óhepnar avleiðingar fyri vælferðina hjá føroyinginum. Og tann fíggjarliga partin av [...] viðurskiftum okkara fóru at koma hevur verið greitt fyri hvørjum mansbarni í Føroyum nú í longri tíð, hóast Sambandsflokkurin ikki hevur sæð skriftina á vegginum. Teir hava við síni fastlæstu støðu forða [...] realistiskur og skilt betur politisku støðuna, so hevði fyri tað fyrsta Tjóðveldisflokkurin neyvan fingið tann vind í seglini, sum teir fingu, og neyvan høvdu vit í dag havt hesa samgongu, sum vit fingu. So tað
føroyskan heimarætt, ber als ikki til, tí tað náa politikararnir als ikki at fáa ígjøgnum uppá so stutta tíð. Eg vil kalla samgonguskjalið eina »hensynserklæring«, tað vil siga eitt álit, sum sigur, hvat føroyingar [...] har eitt ávíst tal av fólki kann nema sær útbúgving. Tí rokni eg við, at Føroyar fáa eina kvotu. Á tann hátt verður eitt samstarv millum Norðurlondini, har man hevur eitt samstarv um at kvotera. Tá ið loysingin [...] Norðurlondini. Verða Føroya sjálvstøðugar ? og kanska Grønland eisini ? so fer Danmark ikki at hava tann stóra áhugan norðanfyri. Hinvegin kann ES noyða danir, tí Europa Samveldið hevur áhuga í Norðurlondum
Mathelo Henry er 12 ára gamal og býr í Ishmael í Malawi í Afrika. Hann hevur alla sína tíð havt diarré, sum oftast er orsakað av tí vánaliga vatninum tey hava í Ishmael. Men Mathelo er hepnari enn fleiri [...] foreldrunum og eldra beiggjanum. Hann er fongdur við kroniskum diarré og malaria, men hann hevur ikki tann uppsvólpaða búkin, sum so nógv onnur børn í bygdini hava. Myndirnar av Biafra- børnunum seinast í [...] er ilt at siga. Men í Kachiza hava Folkekirkens Nødhjælp og samstarvsfelagsskapirnir virkað eina tíð, meðan eingin enn hevur verið í Ishmael. Og bara tað, at fólk høvdu reint vatn at drekka og vaska sær
yrkingini hjá Chr. Matras um fólkafund á Gøtueiði fyri góðum 80 árum síðani. Hann yrkti m. a.: Ymiskur er tann húsroykur, ið hongur uppi við fólk -ymiskt er gongd og húgvuburður, har tey tyrpast í bólk Og lyndið [...] at tað er stuttligt at hoyra eldri hvalbing taka ramliga til. Teir vóru nevniliga uppvaksnir í eini tíð, tá ið teir ótarnaðir sluppu at varðveita síni sereyðkenni. Har ert tú rótfestur Natte segði at har [...] hevur fest rót av nýggjum. Men tað fær aldrin tikið frá tær tí uppruna, har í tú festi rót av fyrstan tíð. Gævi tað eydnaðist í ár Annars helt Natte, at vit takkaðu ongantíð ov nógv fyri tað arbeiðið, sum
Gavst ikki Todi Jónsson og Flemming Østergaard kennast frá tíðini í Lyngby, har Østergaard í síni tíð var ein av grundstuðlunum. Men Østergaard hevði stórar ambitiónir, og fyri tveimum árum síðani avgjørdi [...] drúgvar samráðingar eydnaðist honum at gera fyribilsavtalu við Toda Jónsson, og 1. juni 1997 bant tann avtalan, tí Todi hevði ikki funnið nakað útlendskt felag. Todi skorar trý Flemming Østergaard er nú
viðgjørdur, og tosað verður um ES- rundskriv og dómar viðvíkjandi javnstøðumálum. Almennur fundur Hetta er tann innanhýsis parturin av fundunum, men eisini verður ein almennur fundur, har umboðini fyri londini [...] nógv tøl at vísa til í hesum sambandi í Føroyum, men síggja bert t.d. hvør arbeiðir heila og hálva tíð, sigur Turið D. Hentze. Kvinnur stóra yvirvág í láglønarbólkum Viðvíkjandi viðurskiftunum í Føroyum