Nú fara vit til arbeiðis

Í dag verður vaktarskifti á teimum ymsu ráðharrastovunum í Tinganesi og á Argjum. Anfinn Kalsberg, sum júst er fluttur út á Argir við fíggjarmálastýrinum, skal nú út í Nesi at sita, sum nýggjur løgmaður fyri Føroyar

Um tað hevði gingist, sum veljarakanningarnar undan valinum spáddu, so skuldi nýggi løgmaður Føroya ikki eita Anfinn Kalsberg, men tað ger hann nú allíkavæl.

Samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin endaðu mikukvøldið við semju um málsøkini og henda semja staðfesti tað, sum longu var alment kent frammanundan, at tað verður Anfinn Kalsberg, sum kemur at leiða nýggju trý flokka samgonguna, ella nýggju Sjálvstýrissamgonguna.

Aftaná tíðindafundin, sum var á Gamla apotekið í gjár, fingu vit eitt stutt prát við komandi løgmannin og vit spurdu hann hvussu hann var nøgdur við úrslitið sum er komi burturúr samráðingunum.

? Eg eri stak væl nøgdur við úrslitið, sigur Anfinn Kalsberg.

Havar samráðingarnar verði strævnar?

? Tað sigur seg sjálvt, at tá samráðingarnar ganga yvir so stutta tíð, so verða tær strævnar.

Týsdagin kom Dagblaðið á gøtuna og brendi eina av gomlu svadunum hjá Óla Breckmann av um Heina O. Heinesen. Kann hetta slag av »journalistikki« ikki koma at ávirka samstarvi framyvir?

? Nei. Hatta er eitt farið kapittul og tað kemur ikki at ávirka samstarvi, tað er vist, sigur Anfinn Kalsberg.


Liggja stórar uppgávur fyri framman

Eftir samgonguskjalinum og eftir tí sum flokkarnir siga, so liggja stórmál fyri framman. Bankamál er eitt og samráðingarnar um uttanlandsskuldina er eitt annað mál.

? Hetta eru alt mál, har vit skulu samráðast við danir, og tey skulu vit í gongd við beinanvegin.

? Men afturat tí kemur, at vit beinanvegin skulu samráðast við donsku myndugleikarnar um at landsstýrið skal fáa somu upplýsingar um føroysku peningastovnarnar, sum danska búskaparmálaráðið fær. Tað skal eisini í gongd beinanvegin og tað skal arbeiði um yvirtøku av skipasýninum eisini.

Hetta er alt stórmál, men fyrireikingararbeiði hevur verði í gongd í longri tíð, og tí skulu samráðingarnar við danir í gongd beinanvegin, sigur Anfinn Kalsberg.


Ríkisviðurskiftini skulu fyrireikast

Í fyrstu grein í samgonguskjalinum standa ríkismálini nevnd. Hetta er ein stórur bitið at gloypa um hjá nýggja landsstýrinum, og tað er Anfinn Kalsberg eisini greiður yvir.

? Tað skulu verða nógvar tingingar við danir í framtíðini og ríkisviðurskiftini er bara eitt av málunum. Men hetta málið krevur at vit vera sera væl fyrireikaði og tí verður tann tíðarhorisonturin tað longri.


Marknaðtrætan skal loysast

Eitt annað mál, sum hevur sera stóran týdning er marknaðtrætan við bretar. Hvat skal henda í tí málinum?

? Har skal setast full ferð á tað málið, men eg eri ov lítið inni í málinum til at kunna úttala meg um tað.

Undanfarni løgmaður sendi bræv til Poul Nyrup og bað hann um at virka við til at loysa málið. Ætlar nýggja samgongan at halda fast við tað ætlanina?

? Sum eg sigi, so eri eg ov lítið inni í málinum til at kunna úttala meg um tað. Niðurstøðan var tá, at vit skuldu taka upp politiskar samráðingar, og er tann støðan galdandi, so er mín støða tann sama, sum hjá undanfarna løgmanni, men eg fái ikki úttala meg meira um tað.

Í nýggja landsstýrinum er ein landsstýrismaður, sum burturav skal taka sær av oljumálum, hvussu skal hetta tulkast?

? Hetta skal tulkast soleiðis, at oljumálini er uppprioriteraði.

Skal hetta tulkast sum eitt tekn til útlendsku oljufeløgini um at føroyingar nú leggja meira í oljuvinnuna enn áður?

? Ikki beinleiðis. Sum er liggja oljumál hjá løgmanni. Tey fara við tíðini at gerast eitt stórt og tungt málsøki og tá fer ikki at bera til hjá løgmanni at umsita tey. Vinnumálini eru nóg stór frammanundan og tí er ikki ráðiligt at oljumálini verða løgd har. Tí hava vit valt at »taka stiðið fult út« og gera ein oljumálaráðharra burturav. At tey koma nú er ein partur av tí politisku telvingini, sum fer fram tá slíkar samráðingar eru.

? Tað hevur alla tíðina í kortunum, at oljumál skulu skulu verða eitt sjálvstøðug málsøkið og tað verða tey nú.

Tað hevur verið lagt upp til at fyrsta licensrundan skal útbjóðast í ár, hvussu verður við tí?

? Eg fái ikki sagt nakað um tað enn, men ein av trupulleikunum við tí er, at vit hava mangla ein oljuskattalóg. Hon skal fyrst politiskt viðgerast og síðani skal hon í tingið og samtykkjast áðrenn fyrsta útbjóðingarrundan kann fara í gongd.


Býtið er ikki

so órættvíst

Tá tað kom fram at sjálvstýrisflokkurin skal hava tveir landsstýrismenn í nýggja landsstýrinum, hildu fleiri at hetta var eitt løgið býtið, tí flokkurin hevur bert tveir tingmenn. Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava átta tingmenn, men hava bert tríggjar landsstýrismenn. Hvørja viðmerking hevur Anfinn Kalsberg til tað?

? Hyggja vit í mun til tingmannatalið, so kann tað síggja eitt sindur skeivt út, men hyggja vit eftir støddini á málsøkjunum, so haldi eg ikki at tað er skeivt býtt.

? Almanna- og heilsumálaøkið er eitt stórt málsøki, meðan oljumálaøkið ikki er so stórt sum er, men tað kann fara at gerast stórt.


Vaktarskiftið í dag

Tá tað nýggja landsstýrið er valt í dag verður vaktarskifti á teimum ymsu »ráðharrastovunum«.

Teir fráfarandi landsstýrismenninir fáa høvið til at siga starvsfólkunum farvæl og nýggja landsstýrismanninum góðan dag og ynskja teimum góðan byr í nýggju størvunum teir nú skulu hava tey komandi fýra árini. Men tað verður ikki fyrr enn mánadagin at teir rættiliga fara til arbeiðis.

Og tá byrjar eitt nýtt landsstýrisskeið ....