í filmklippinum. Filmklippið er rættiliga langt, fyrst kann man uppliva Eivør við bólki syngja Just a Friend of Mine, her er talan um eina Eivør í hopla, og framførslan er sera livandi. Tað hoyrist væl [...] væl, hvussu væl fólkið syngur við. Síðan er lítla prátið við Eivør, áðrenn eitt lag av framførsluni hjá Sebastian og Eivør kemur. Hetta er ein ómetaliga vøkur framførsla, sum vit nú kunnu uppliva á alnetinum [...] liggur filmrapport av ársins festivali, í filmklippinum Eivør og Sebastian, greiður Eivør frá, hví tað er ein serlig uppliving at spæla í Tønder. - Eg elski at syngja í Tønder, tí at áskoðararnir eru so deiligir
bæði mamma sín og omma sín. Er tað óvanligt, at mamma og barn fylla sama dag, so er tað einki minni enn eitt undur, at mamma, dóttir og ommusonur fylla sama dag. Og tó, hetta er júst tað, sum vit her í Føroyum [...] uppliva. Ein heilt óvanlig hending Lítli drongurin, sum er grundsteinurin aftanfyri hesa fittu søgu, hevur tað gott. Hann er vælskaptur og er komin heim í øllum góðum. Nú hava vit í Føroyum verið vitni [...] staðar fyri fjórða ættarliði Omman, Eystrið, er at kalla ein ung omma. Sama dagin, sum hon bleiv omma, fylti hon 48 ár. Við hesum unga aldri í huga er ikki óhugsandi, at Eystrið fer at vera vitni til
sum nú er kona mín, á skúlanum. Tá ið vit møttust, gekk hon á skúlanum, og eg arbeiddi sum leiðari. Vit giftust í summar, og nú fara vit bæði yvir aftur at arbeiða. Maria er úr Finnlandi, og hon er nú í [...] yvir, at ein tílíkur skúli er ein góður møguleiki at finna sær ein maka. - Bara í ár vórðu 4 pør gift, sum eru knýtt at skúlanum. So um tað er onkur, sum leitar eftir maka, er møguleikin stórur á Eintrøa [...] Johansen í summarfrítíðini, tá ið hann er heima. Fann konuna á skúlanum Marni hevur verið á skúlanum í Eintrøa síðani 2004. Hann hevur fingið nógv burturúr andaliga, men tað er ikki tað einasta, hann hevur fingið
Húsamørk, í Leirvík. Pápin greiðir frá, at hon júst er byrjað í skúlanum, og at hon tí eisini júst er byrjað í frítíðaransingini Ternan í Leirvík. - Karin er ein so lívsglað genta, og henni dámar væl at spæla [...] Klaksvík. Starvsfólkini vita ikki júst, hvat er hent, tí at tey vóru ikki beint hjá, tá ið óhappið hendi. Løgreglan hevur skrivað í frágreiðingini, at gentan datt í eitt hol og var sera illa fyri, tá ið [...] skelkaður, og tú hugsar sjálvandi tað ringasta beinanvegin. Tað er eitt undur, at bilurin ikki fór av vegnum, tí at eg koyrdi skjótt, og vegurin er sera vánaligur. Tað má vera mínum VW Golf at takka. Bilmerkið
kriminella aldursmarkið í Sveis er 15 ár, og myndugleikarnir kunnu tí ikki draga dreingirnar í rættin. Teir eru tiknir úr skúlanum og fluttir út grannalagnum, sum teir og gentan búðu í. Sveisiska ráðgevingarstovan [...] ráðgevingarstovan fyri børn og ung sigur við bløðini, at tað er vorðið meiri vanligt tey seinastu árini, at tað eru børn niðan fyri tann kriminella lágaldurin, sum misbrúka yngri børn.
harafturat átti hann tveir bilar. Einasti arvingur er mamman, men sakførarin hjá Nataschu Kampusch væntar ikki, at hon fer at seta seg upp ímóti, at gentan arvar ognirnar. Í øllum førum fer hann at biðja [...] eysturríkskum fjølmiðlum eru húsini hjá Wolfgang Priklopil hálva aðru millión krónur verd, men tað er ikki greitt, um Natascha Kampusch ætlar sær at selja tey, um hon fær tey. Royndirnar vísa annars, at
Tað er støðan eftir ferðmikla dystinum á Mølini í gjár. EB/Streymur spældi ein einastandandi góðan dyst, og fekk fýra mál við fýra ymsu málskjúttum, og tað í sjálvum sær er ein lítil staðfesting av, hvussu [...] royndunum endaðu í netinum. Hetta er tó meiri enn nokk fyri fólkið í Sundalagnum, sum framman undan dystinum høvdu verið ovurfegin um ein tepran 1-0 sigur. Við sigrinum sunnudagin er fyrsta meistaraheitið í søgu [...] metur frá stongini móttók bóltin frá Hans Paula Samuelsen, snaraði sær á og skeyt framvið málinum. Lítla løtu seinni spælir Bárður Olsen Arnbjørn Hansen leysan, men Jens Martin Knudsen kom væl út og tók
við sær, at munurin millum AB og LÍF, sum hava kappast um næstfremsta plássið, nú er sjey stig. Um LÍF ella TB, sum nú er komið ájavnt við leirvíkingar á triðja plássið, skulu taka AB aftur, so skulu hesi [...] heimalið upp á Valloyruni. TB-KÍ Klaksvíkingar vóru bara tólv í ferðalagnum. Mathias Samuelsen, sum er eykamálverji í Formuladeildini, var útispælari. KÍ venjarin, Alexander Djordjevic, var einasti eykamaður [...] Sandoyingar hava fulla ferð móti Formuladeildini. Teir eru níggju stig frammanfyri triðja plássið. Tí er tað rættuliga sannlíkt, at B71 fer at hava tryggjað sær pláss í bestu deildini, áðrenn september mánaði
sum roynt at mótprógva ella argumentera ímóti tí lítla, sum er framlagt! Felags er, at allir halda at hetta er skriva í illsinni ella blindari øði. So er slett ikki. Tað var meiri ein undran á manglandi [...] ni Annars, at øll framgongd í Føroyum er komin frá sjálvstýrishugsjónini, vísir eina tankagongd, sum er djúpt sjálvforherligandi, egocentrisk og skeiv. Hvaðani er vælferðarsamfelagið komið? Ikki frá F [...] pláss uppá ábendingar um at eg vil niðurgera JP og havi haturskenslur móti honum. So er ikki. Eg haldi tvørturímóti, at JP er ein sera áhugaverdur persónur í sínum samansetta kompleksiteti. Men ein partur av
gjørt. Tað er einki at reypa av, sigur Jógvan lítillátin, men Astrid er tó ikki bangin fyri at rósa manninum: - Hann er allan dagin í sving. Hvørt summar slær hann allan bøin, og tá tað er liðugt, arbeiðir [...] konuna, Astrid. Í Gerðalíð-húsinum er blíðskapurin í hásæti. Astrid býður mær inn og setir ketilin útá. Lítla løtu seinni pikkar spakuliga upp á dyrnar: - Á jøssus, nú er tað Jógvan, sum skal hava rein klæðir [...] eta. - Ja, vit kóka altíð so nógvan døgurða, at tað er nóg mikið til ein afturat, sigur Astrid. Í Harrans hondum Jógvan er júst vorðin 90, og Astrid er 86 ára gomul. Spurd, um hvussu tað ber til, at tey