Skal arbeiða á bíbliuskúla

Marni Nattestad úr Miðvági hevur síðani 2004 arbeitt á YWAM bíbliuskúlanum í Eintrøa í Norra. Har hevur hann millum annað funnið finsku konuna hjá sær. Tey fara bæði aftur til Norra at arbeiða eitt ár afturat á skúlanum. Tórálvur á Steig úr Havn fer eisini at luttaka á bíbliuskúlanum

Marni Nattestad hevur síðani 2004 verið starvsfólk á einum YWAM bíbliuskúla í Eintrøa í Norra. Hann og finska konan hjá honum, sum hann møtti á skúlanum, fara yvir aftur til Norra saman við einum øðrum føroyingi, Tórálvi á Steig, sum skal luttaka á bíbliuskúlanum

Útimissión
Skúlin, sum Marni, Maria og Tórálvur fara á liggur í Eintrøa mitt í Norra. Tað er ein lítil skúli, har ið 15-20 næmingar ganga um árið. Tað eru tvey skeið hvørt ár, og hvørt skeið tekur eitt hálvt ár.

- Fyrst verður undirvísing, og eftir tað fara vit í "outreach". Tað vil siga, at vit fara í útimissión. Vit leggja stóran dent á missión í undirvísingini, og okkara skúli hevur serliga fokus á Mið- og Fjareystur, Afrika og Suðuramerika, sigur Marni Nattestad.

Altjóða skúli
Luttakararnir á skúlanum eru úr øllum heiminum, hóast tey flestu eru úr norðanlondum.

- Í 70´unum vóru fleiri føroyingar á skúlanum í Eintrøa. Síðstu árini hevur onkur føroyingur verið okkurt árið. Nú fara vit trý so yvir. Annars eru fólk allastaðni frá. Millum annað hevur onkur verið úr Ghana, Ísrael og øðrum forkunnugum londum, sigur Marni.

- Undirvísingin er skipað í fyrilestrum við ymiskum lærarum. Hvør lærari steðgar kanska í eina ella tvær vikur, áðrenn hann fer víðari. Í ár fara vit millum annað at fáa lærarar úr New Zealandi og Onglandi. Graham Powell, sum hevur skrivað nógvar bøkur, og sum nógvir føroyingar uttan iva kenna, kemur at undirvísa í eina viku. Eisini kemur ein føroyingur, Jógvan Steintún, til Norra at undirvísa, og tað eru vit sera spent uppá, sigur hann.

DTS í Argentina
Marni er 25 ár og úr Miðvági. Familjan hjá honum hevur altíð havt eitt tætt tilknýti til YWAM, og tá ið tann eldri beiggin fór á bíbliuskúla hjá YWAM, visti Marni, at hann eisini vildi á ein skúla.

- Í 2002 fór eg til Argentina á ein YWAM bíbliuskúla at taka DTS. Tað vóru 42 fólk í mínum toymi. Tað var eitt sera gott upplivilsi, hóast umstøðurnar ikki vóru so góðar, sum tær eru í skúlanum í Norra. Vit búðu fleiri dreingir í einum kamari, og eg hevði ein lítla koyggjusong. Eg mátti leggja alt viðførið við fótalagið í songini, so tað var trongligt, greiðir Marni frá við einum smíli.

Marni hevur annars lært í Skemmuni og arbeiddi síðani hjá Ivan Johansen Bilar í 2 ár. Hann arbeiðir eisini hjá Ivan Johansen í summarfrítíðini, tá ið hann er heima.

Fann konuna á skúlanum
Marni hevur verið á skúlanum í Eintrøa síðani 2004. Hann hevur fingið nógv burturúr andaliga, men tað er ikki tað einasta, hann hevur fingið burturúr:

- Eg møtti Mariu, sum nú er kona mín, á skúlanum. Tá ið vit møttust, gekk hon á skúlanum, og eg arbeiddi sum leiðari. Vit giftust í summar, og nú fara vit bæði yvir aftur at arbeiða. Maria er úr Finnlandi, og hon er nú í Føroyum fyri aðru ferð.

Tey vilja ikki dylja yvir, at ein tílíkur skúli er ein góður møguleiki at finna sær ein maka.

- Bara í ár vórðu 4 pør gift, sum eru knýtt at skúlanum. So um tað er onkur, sum leitar eftir maka, er møguleikin stórur á Eintrøa, sigur Marni flennandi.

Eftir hetta árið á bíbliuskúlanum, hevur Maria møguleika at koma á universitet, og Marni ætlar at lesa finskt.

- Tað er eitt sera torført mál, men tað er spennandi. Eg vænti, at vit fara at búseta okkum í Finnlandi einaferð í framtíðini, sigur Marni.

Tey bæði vóna, at fleiri føroyingar fara at vísa skúlanum ans. Meiri kann lesast um skúlan á heimasíðuni www.ywam.no/eintroa.