Tann 18 ára gamla Natascha Kampusch vil hava endurgjald fyri tey átta árini, hon sat fangi heima hjá Wolfgang Priklopil. Hon og sakførari hennara hava gjørt av, at hon skal krevja at fáa húsini hjá burturflytaranum.
Wolfgang Priklopil átti ikki bara húsini, sum hann búði í. Hann átti eisini 24 prosent av fyritøkuni, sum hann arbeiddi hjá, og harafturat átti hann tveir bilar. Einasti arvingur er mamman, men sakførarin hjá Nataschu Kampusch væntar ikki, at hon fer at seta seg upp ímóti, at gentan arvar ognirnar. Í øllum førum fer hann at biðja dómsvaldið lata henni allar ognirnar hjá burturflytaranum.
-Eg vænti ikki, at mamman fer at mótmæla. Tað snýr seg um at geva Nataschu endurgjald fyri líðingarnar, sigur Gunter Harrich, sakførari.
Sambært eysturríkskum fjølmiðlum eru húsini hjá Wolfgang Priklopil hálva aðru millión krónur verd, men tað er ikki greitt, um Natascha Kampusch ætlar sær at selja tey, um hon fær tey. Royndirnar vísa annars, at tað kann vera trupult at selja eini hús, sum hava verið brúkt til burturflyting og onnur lógarbrot.