Karin var deyðanum nær

Karin F. á Húsamørk kom illa fyri mánadagin 21. august, tá ið hon gjørdist føst í einum bunka av graslíkisteppum og misti vitið. Tá ið starvsfólkini á frítíðarstovuni komu til hana, andaði hon ikki. Hon fekk andahjálp og varð bjargað takkað verið góðum professionellum avriki frá øllum, sum vóru rundanum. Hon hevur tað gott nú

Karin Fuglø á Husamørk kom út fyri einum álvarsomum óhappi mánadagin 21. august. Hon gjørdist føst í einum hvørjum, tá ið hon spældi, og hon misti vitið. Starvsfólkini á frítíðarstovninum, sum Karin gongur á, máttu veita andahjálp inntil ambulansin kom á staðið. Nú hevur Karin tað gott, men hon skal til obligatoriskar kanningar um nakrar mánaðir at vita, um hon hevur fingið nakran heilaskaða, men alt bendir á, at hon ongan skaða hevur tikið.

Lívsglað genta
Karin býr hjá pápa sínum, Hugo á Húsamørk, í Leirvík. Pápin greiðir frá, at hon júst er byrjað í skúlanum, og at hon tí eisini júst er byrjað í frítíðaransingini Ternan í Leirvík.

- Karin er ein so lívsglað genta, og henni dámar væl at spæla úti. Tú kanst ikki binda børn niður. Børn eru børn. Onkur er vorðin bilsin av at síggja Karin spæla og flenna úti í bygdini so stutt eftir hendingina, tí at tað var so álvarsamt, sigur Hugo.

Karin vísir eingin tekin av skelki aftaná óhappið. Hon spælir og rennur runt. Hon hevur fleiri vinkonur á vitjan, og tær hugna sær óført.

- Babba! Eg fari út at súkkla, rópar Karin inn til Hugo.

Skreiðaðu gjøgnum holur
Tað er eingin, sum veit akkurát hvat hendi hendan mánadagin. Tað vóru einans børn beint hjá, tá ið Karin gjørdist føst, og Karin sjálv minnist einki frá hendingini. Hugo hevur hoyrt onkra frágreiðing, men hann hevur ikki verið og hugt ordiliga eftir staðnum, har ið óhappið hendi.

Onkur leirvíkingur hevur greitt Sosialinum frá hendingini. Frítíðaransingin Ternan, sum Karin gongur í, var farin ein gangitúr niðan á vøllin í Leirvík. Børnini hugnaðu sær óført við ymiskum. Onkur var á vøllinum, og nøkur spældu við eitt øki norðanfyri vøllin, har ið ein kontainari stendur og nakrar rullur av gomlum graslíki liggja.

Karin og nøkur onnur børn høvdu gjørt sær nakrar holur inni í einum dunga av graslíkisteppum, og tey skreiðaðu oman á teppinum. Karin datt niður í eina holu, fekk okkurt um hálsin og gjørdist føst, tá ið hon skreiðaði oman av teppinum. Eingin veit rættiliga, hvat hon hevur fingið um hálsin, men tað hevur allarhelst verið onkur leysur strimil av teppinum.

Andaði ikki
Børnini gjørdust sjálvandi ræðslusligin og róptu á ansingarfólkini. Ein rann yvir og fekk hana leysa, meðan ein onnur ringdi eftir ambulansanum. Tá ið Karin varð fingin leys úr teppinum, andaði hon ikki. Eitt av starvsfólkunum veitti henni andahjálp, men skjótt kom ein leirvíkingur niðan og tók yvir. Hesin maðurin hevur júst tikið fyrsti-hjálpara skeið, og hevur hann tí góðan førleika. Einans 4-5 minuttir eftir at tey høvdu ringt, var ambulansin á staðnum. Teir komu koyrandi bæði úr Gøtu og úr Klaksvík.

Starvsfólkini vita ikki júst, hvat er hent, tí at tey vóru ikki beint hjá, tá ið óhappið hendi. Løgreglan hevur skrivað í frágreiðingini, at gentan datt í eitt hol og var sera illa fyri, tá ið hon varð fingin uppaftur. Síðani fekk hon lívbjargandi fyrstuhjálp frá einum á staðnum, sum hevur góðan førleika.

Black-out
Hugo var til arbeiðis á FMP í Leirvík, har ið hann stendur fyri turkingini. Eitt av starvsfólkunum ringdi til hann beinanvegin, og Hugo gjørdist sera skelkaður og fleyg avstað.

- Eg minnist einki, frá tí eg tosaði í telefon, inntil eg sat í bilinum og var í fullari ferð ávegis til vøllin. Eg gjørdist sera skelkaður, og tú hugsar sjálvandi tað ringasta beinanvegin. Tað er eitt undur, at bilurin ikki fór av vegnum, tí at eg koyrdi skjótt, og vegurin er sera vánaligur. Tað má vera mínum VW Golf at takka. Bilmerkið kann viðmælast, sigur hann smílandi.

Tá ið Hugo kom á staðið vóru báðir ambulansarnir komnir. Hugo kennir væl annan av portørunum, og hann var eisini rørdur av hendingini. Portørurin vildi sleppa at koyra, og Hugo kom við. Karin fekk andahjálp allan vegin, og hon varð eisini doyvd í ambulansanum. Einans 30 minuttir tók tað ambulansanum at koma til havnar, og tá fingu tey skjótt stabiliserað støðuna.

- Ambilantflúgvarin var akkurát í Føroyum, og hann varð afturhildin eina løtu, men støðan gjørdist skjótt so góð, at hon ikki var í lívsvanda longur. Karin varð koyrd í skannarin og fekk okkurt fyri heving og rør í hálsin. Karin vaknaði aftur hálvtannað døgn eftir, at hon svímaði, men hon var sera "groggy".

"Tú sært snedigur út"
Stúranin hjá Hugo var ikki yvirstaðin, tá ið Karin var uttanfyri lívsvanda. Tað var og er framvegis vandi fyri, at hon kann hava fingið heilaskaða. Men alt bendir á, at hon ongan skaða hevur fingið. Hon skal tó til kanningar um nakrar mánaðir.

- Eg var bangin fyri, at hon ikki fór at vera tann sama, tá ið hon vaknaði. Hon er ein so aktiv og lívsglað genta, og hon hevur brúk fyri at sleppa út at spæla sum onnur børn, greiðir ein rørdur Hugo frá.

- Hon hugdi uppá meg, og eg sá at hon kendi meg aftur. "Tú sært snedigur út, babba" var tað fyrsta, hon segði við meg. Hetta sannførdi meg um, at hon ongan skaða hevði fingið, sigur Hugo smílandi.

Vil sjálvur fortelja henni
Í fyrstuni var balansin hjá Karini ikki so góður, og hon brúkti eitt sindur av tíð til at koma ordiliga fyri seg. Fríggjadagin varð hon útskrivað, og tey kundu fara heim til Leirvíkar.

- Tað gongur stútt framá. Tú sært, at hon hevur tað gott. Hon spælir og flennir eins og einki er hent. Eg ætli mær ikki at taka hana niðan til vøllin beinanvegin, tí at eg vil gjarna konfrontera hana við tað spakuliga. Hon minnist einki, men hon fær tað at vita onkursvegna kortini. Hon hevur verið ein túr í frítíðaransingini aftur, men eg havi hana heima hjá mær hesa vikuna afturat, sigur Hugo.

- Børn siga alt, og tí ætli eg mær at greiða Karini frá, havt hendi, áðrenn børnini gera tað. Okkurt barn hevur longu sagt við hana, at hon var heilt blá í andlitinum, men Karin svaraði sera fitt aftur:

- Nei, tað ber ikki til. So hevði eg verið ein Alien", var svarið frá Karini.

Tað er ikki einans Hugo og Karin, sum er ávirkað av óhappinum. Børnini í frítíðaransingini eru sjálvandi eisini skelkað, og tey hava havt vitjan av einum barnasálarfrøðingi, sum hevur tosað um hendingina.

Gjøgnum eitt kensluhav
Hugo fór sjálvandi ígjøgnum eina rúgvu av kenslum frá løtuni, tá ið hann frætti um óhappið og inntil Karin var útskrivað.

- Eg gjørdist sjálvandi øgiliga kløkkur, og sum sagt minnist eg einki frá fyrstu løtuni, eftir at eg frætti um óhappið. Tað hevur verið eitt øgiligt kensluspæl innan í mær síðstu tíðina. Í ambulansanum á veg suður var eg fleiri ferðir sannførdur um, at dóttur mín var deyð, og tað er ein ræðulig kensla. Tú mást vera foreldur til at skilja tað, sigur Hugo við tann útsenda hjá Sosialinum.

Mamman hjá Karini var eisini hjá teimum allatíðina, meðan Karin lá á sjúkrahúsinum, og hon hevði tað salvandi eisini ringt.

- Vit vóru bæði sera óttafull. Eg svav ikki frá sunnukvøldinum til hóskvøld. Eg var sjúkur av ótta og stúran, og tað var ikki fyrr enn Karin aftur legði seg at sova av náttúrligum orsøkum (uttan doyving. Blaðm.), at eg fekk blund í eyguni aftur.

Karin hevur tað nú gott, og tað er takkað verið eitt gott avrik frá øllum pørtum.

- Øll hava verið sera professionell. Vit vóru heppin, at ein var á staðnum, sum hevði førleika til at veita andahjálp og sjúkrabilurin var sera skjótur á staðnum. Tey øll í felag hava bjargað hennara lívi, sigur Hugo á Húsamørk at enda.