Ongantíð áður hevur tað verið fótbóltur í bestu deildini á Argjum. Nú tað resta seks umfør av næstbestu deildini, bendir alt á, at 2007 verður fyrsta árið, tá ið tað fer at vera Formula fótbóltur á hægsta støði á vestara áarbakka, sum teir plaga at taka til í høvuðsstaðnum.
AB vann lyklauppgerðina á heimavølli móti LÍF 2-1. Tað ber við sær, at munurin millum AB og LÍF, sum hava kappast um næstfremsta plássið, nú er sjey stig. Um LÍF ella TB, sum nú er komið ájavnt við leirvíkingar á triðja plássið, skulu taka AB aftur, so skulu hesi feløgini vinna tveir sigrar og ein javnleik fleiri enn AB í seks teimum seinastu umførunum. Tað tykist lítið sannlíkt.
Í botninum var tað enn eina ferð neyðugt hjá øðrum liðnum og dómarabólkinum at fara til hús aftur uttan at hava fingið sveittan á pannuna. Dómarin, Rúni Gaardbo, var farin av Toftum og vestur til Sandavágs. Heimaliðið hevði fríggjadagin umvegis telefonina fingið at vita úr Vági, at teir ikki vóru vísir í, at VB/Sumba fór at megna at manna lið. Eingi avboð vóru tó komin, og tí møttu dómari, linjnuverjar og heimalið upp á Valloyruni.
TB-KÍ
Klaksvíkingar vóru bara tólv í ferðalagnum. Mathias Samuelsen, sum er eykamálverji í Formuladeildini, var útispælari. KÍ venjarin, Alexander Djordjevic, var einasti eykamaður. Hann var noyddur at skifta seg sjálvan inn, og seinna partin av 2. hálvleiki vóru klaksvíkingar undirmannaðir, tí teir høvdu ongan at seta inn fyri skaddan spælara.
TB vann 6-0. Heimaliðið á Sevmýri hevði bóltin meiri enn gestirnir, men inntil tað restaðu tjúgu minuttir var leiðslan bara málið, sum Tórður Mortensen heilfluktaði í 2. minutti. Bólturin rakti í klaksvíking og sigldi í boga upp um KÍ málverjan Hera Thorsteinsson.
Tá ið støðan framvegis var 1-0, hevði KÍ gyltan møguleika. Teir vóru tveir við TB málverjanum, men tað eydnaðist ikki Juliani Samuelsen at fáa mál.
Síðstu tjúgu minuttirnar raplaði korthúsið hjá KÍ. TB skoraði fimm mál afturat, og fleiri teirra vóru sum kanónkúlur úr stórari fjarstøðu.
HB-B71
Sandoyingar hava fulla ferð móti Formuladeildini. Teir eru níggju stig frammanfyri triðja plássið. Tí er tað rættuliga sannlíkt, at B71 fer at hava tryggjað sær pláss í bestu deildini, áðrenn september mánaði verður liðugur, og tvey tey síðstu umførini skulu spælast í oktober.
Leygardagin vóru sandoyingar tó hepnir, tá ið teir fóru úr Gundadali við øllum stigunum. Beinanvegin legði Jónsvein Thomsen við lobbara upp um Trónd Vatnhamar, eftir kiksaða rangstøðufellu, B71 framum. Men tey, sum kanska hildu, at nú var tónin sligin ann til stórsigur, fingu ikki rætt.
HB var rættuliga væl við, og HB hevði fleiri stórar møguleikar enn B71. Men Uni Arge, Krzystof Popczynski og Rói Mohr Danielsen høvdu ikki hepnið við sær, tá ið teir vóru í góðum støðum. Í 65. minutti stútaði Hans á Lag eftir horna úr høgru til 1-1, og so var tað rættuliga spennandi, tí báðir partar spentu álopsbogan.
Sigursmálið skoraði B71 miðvallarin Wellington Soares fimm minuttir undan leikloki. Álop endaði við, at bólturin varð spældur út frá, og úr 20 metrum smekkaði Wellington bóltin umvegis stólpan og í málið.
AB-LÍF
Talan var um lyklauppgerð. Um tað ikki eydnaðist leirvíkingum at fáa fulla úrtøku, so var ætlanin og vónin um at flyta upp í bestu deildina fokin. Ikki so fáir LÍF áskoðarar vóru á Argjum, og teir sóu teirra lið hava bóltin nógv, men ikki hava tyngdina, sum skuldi til fyri at fáa neyðugu málini og harvið stigini.
Talan var um intensa og tætta uppgerð. AB vann 2-1, og øll málini vórðu skorað síðsta korterið undan steðginum.
Á AB liðnum eru fleiri ungir spælarar, men har eru eisini veteranar, og tað vóru ikki minst hesir síðst nevndu, sum gjørdu um seg, nú tað rættuliga galt.
AB liðformaðurin, Allan Mørkøre, skoraði við stuttum millumbili bæði AB málini. Tað fyrra var eftir uppspæl frá Rógva Poulsen og Jákup Martin Joensen. Allan smekkaði til úr høgru, og bólturin sat í handara síðunetinum.
Lítla løtu seinni var Allan aftur upp á spæl, og tað var vorðið sum mál. Átjan metrar úr málinum og tveir metrar frá mállinjuni í høgru smekkaði veteranurin til. Bólturin fór út um málverjan og upp í handara málhornið!
LÍF minkaði um munin dygst undan steðginum. Bárður á Lakjuni var leysur í vinstru, og tað eydnaðist honum úr spískum at fáa bóltin framvið Magnusi Poulsen.
Eftir steðgin var tað framvegis spennandi. LÍF trýsti, men tað var ikki nóg nógvur broddur í, og Magnus Poulsen var stinnur í málinum. Einki mál kom tó afturat, og tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, var lagið á heimafólkinum so mikið gott, at tað var ikki frítt av uppflytingar dámi yvir tí!
SÍ-Royn
Hvalbingar vóru í Sørvági, og teir fóru suður aftur við 2-0 tapi. SÍ sigurin bar við sær, at nú eru sørvingar komnir undan øllum hóttanum av niðurflyting.
Hvalbingar spruttaðu eitt sindur fyrstu løtuna, men tað var ongantíð ivi um, at tað var heimaliðið, sum var omaná. Sørvingar trýstu frammarlaga, og tað eydnaðist teimum at skjóta tvey mál.
Jens Erik Rasmussen átti stóran lut í báðum málunum. Eftir lítið korter spældi hann Inga Ole-Jacobsen leysan í høgru. Ingi sneiddi framvið tveimum, áðrenn hann sendi í kassan.
Tíggju minuttir eftir steðgin økti Jens Erik Rasmussen til 2-0 eftir eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum, og so komu tað ikki fleiri mál.