at stjórnin í Tel Aviv hevur boðað iraksku stjórnini frá, at Ísrael fer ikki at taka lut í einum amerikanskum álopi á Irak. Ísraelskir leiðarar hava ongantíð váttað, at landið hevur kjarnorkuvápn, men s [...] serfrøðingar eru samdir um, at Ísrael hevur havt kjarnorkuvápn í mong ár.
George W. Bush, forseti hevur fleiri ferðir hótt við at leypa á Irak, og sjálvt um amerikanskir embætismenn og politikarar hava roynt at sett Irak í samband við atsóknirnar fyri einum ári síðani, er framvegis [...] sum prógvar, at tað var so. So seint sum í gjár skrivaði Washington Post, at fregnartænastan CIA hevur ikki funnið nakað, sum kann seta Irak í samband við atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon [...] september, Mohammed Atta, hitti ein irakskan embætismenn í Praha í apríl í fjør, men heldur ikki hesum hevur CIA funnið prógv fyri, skrivar Washington Post. Men í stjórnarumsitingini iovast tey ikki kortini
Norðoya Vistarheim hevur í nógv ár gjørt døgurðar til eldri, sum búgva heima, men ikki sjálvi eru før fyri at matgera. Døgurðarnir eru síðani heintaðir av heilsuhjálparum, sum av vælvild hava nýtt sínar [...] Vistarheimi, við dyggum stuðli frá nevndini, stig til at savna pening inn at keypa bil fyri. Innsavningin hevur gingið væl, og longu nú eru tey á Vistarheiminum eydnusamir eigarar av einum Citroën Berlingo. Virkir [...] leiðari, á Norðoya Vistarheimi. - Vit eru serstakliga takksom fyri ta góðu undirtøku, hetta tiltak hevur fingið, sigur Eydna. Ein av góðveðursdøgunum í summar høvdu vit køkutombola uttanfyri Vistarheimið
MiÐeystur Árni Joensen: Seinastu tíðina hevur palestinski innanríkisráðharrin, Abdel-Razzak al-Yahya, roynt at fáa teir víðgongdu palestinsku felagsskapirnar at gevast við álopunum á ísraelsk mál. Sambært [...] Sambært ráðharranum er hetta alneyðugt, skal tað eydnast at fáa eina loysn á kreppuni, sum nú hevur vart í næstan tvey ár. Men í gjár fekk ráðharrin svar, tá bólkarnir boðaðu frá, at teir eru ikki sinnaðir [...] Fólkafylkingin til frígering palestinanna og al-Aqsa Brigadurnar. Palestinski innanríkisráðharrin hevur serliga roynt at fáa teir víðgongdu felagsskapirnar at gevast við sjálvmorðsatsóknunum í Ísrael, men
at vera leygardagin 16. november, men nú er hann útsettur til leygardagin 23. november. Fundurin hevur nógvu tey seinastu árini verið fastur táttur í fótbóltsárinum. Á skránni er eftirmeting av farna [...] skulu gerast, og hvørjar tær skulu vera. Fyri at fundurin framvegis skal hava týdningin, sum hann hevur havt, so er tað neyðugt, at formenninir og høvuðsvenjararnir møta á fundinum. Harvið verður tryggjað [...] samskift, og har grundarlag undir avgerðunum verður lagt. Ársaðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum hevur tey seinnu árini verið síðst í februar ella har á leið.
1970 hevur Lions skipað fyri hesi kapping, og hava tilsamans meira enn 150 ymiskir bátar luttikið í kappsiglingini í hesum tíðarskeiði. Fyrsta árið luttóku 20 bátar, men sum árini hava gingið hevur luttøkan [...] luttøkan vaksi javnt. Seinastu tíðina hevur luttøkan ligið millum 30 og 40 bátar. Tað er fyri tað mesta bátar av Skálafjørðinum og frá eystursíðuni á Streymoynni, sum plaga at kappast, tó eru einkultir bátar
Seminarium í 1978. Síðan 1982 hevur hon verið lærari við Hoyvíkar Skúla, har hon bleiv varaskúlastjóri í 1997. Hon tekur við sum skúlastjóri 1. august 2003. Hoyvíkar Skúli, sum hevur næmingar úr 1. til 7. flokki [...] Petur Dahl byrjaði sum lærari í Hoyvíkar Skúla í 1977. Hann hevur verið fyrstilærari síðan 1978 og skúlastjóri síðan 1994. Petur er føddur í Funningi 3. juli 1937. Hann tók læraraprógv á N. Zahles Seminarium
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur fingið tvær umsóknir til eykajáttan. Báðar koma frá landsstýrismanninum við almannamálum, Páll á Reynatúgvu. Ta einu eykajáttanini kann Løgtingið takka sær sjálvum [...] Páll á Reynatúgvu uppskotið aftur. Nú noyðist hann aftur fyri at biða um 7,8 milliónir krónur. Málið hevur skund, tí avgerð um stuðul til uppihaldspening, tað er stuðul til teirra, ið gjalda barnapening, verður [...] umsitingarliga liggur undir Rókini. Rókin er samdøgurstovnur fyri børn við atferðartrupulleikum. Rókin hevur seinastu árini havt eitt avlop, men grundað á nýggjan leigusáttmála og krøv frá Arbeiðseftirlitinum
arbeitt fer at verða sum vant aftur. Tey hava vaskað alt virkið, sum tað er, meðan arbeiðið annars hevur ligið stilt orsakað av málinum um skitna vatnið í Miðvági, greiðir Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya [...] , frá. Hóast tað framvegis verða tiknar royndir av vøru, sum framleidd er, meðan vatnið møguliga hevur verið dálkað, metir hann tann trupulleikan at vera loystan. Mánadagin kemur Venus at landa, og týsdagin [...] vanda lag, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking. Spurningurin millum fólk í Vágum seinastu dagarnar hevur verið, hvør man fara at verða nýggjur virkisleiðari á flakavirkinum í Miðvági. Meinhard Jacobsen,
Føroyska sjúkrahúsverkið hevur onga elektroniska sjúklingajournal. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum Bill Justinussen landsstýrismaður hevur sett sær fyri at gera nakað við. Á landsstýrisfundi mikudagin [...] skilir, er hetta ikki løtuverk, tí sera ymiskar áskoðanir eru um, hvør skipan er tann rætta. Løgtingið hevur sett 1,6 milliónir krónur av til at finna eina skipan, sum hóskar seg til føroyska sjúkrahúsverkið