Starvið hjá Domenech í vanda

Við á ferðini í Føroyum var franski fótbóltsforsetin, Jean-Pierre Escalettes, men hóast hann bara hevur rós og tøkk at bera Føroyum og føroyingum, so var hann als ikki nøgdur við avrikíð hjá Fraklandi.

Escalettes hevur annars støðugt bakkað tann til tíðir illa lýdda Domenech upp, men eftir dystin í gjárkvøldið viðgekk hann, at hann ikki var styrktur í trúnni upp á landsliðsvenjaran. Og tað verður í fronsku miðlunum tulkað sum eitt greitt tekin um, at venjarin ikki longur hevur sama treytaleysa stuðul í fótbóltssambandinum.

- Spælararnir vóru ikki á sama støði, sum teir eiga at vera, og stigini vóru í vanda, tí vit vóru ikki nóg avgjørdir framman fyri málinum. Nú fáa vit at síggja, hvat vit megna móti einum sterkari liði, segði Escalettes við AFP eftir dystin.

Og so nýtti hann annars høvi til at takka føroyingum fyri blíðskapin.

- Um eg segði, at eg var spentur til hendan dystin, so vildi eingin trúð mær. Men dystirnir móti Rumenia og Serbia verða í øllum førum nógv minni vinarligir enn tað, sum eg havi upplivað her á oynnum, segði franski fótbóltsforsetin.