Nú er onnur fløgan eftir Garasjuguð, Meltingarvegurin, útkomin.
Á Meltingarvegnum er tónleikur settur til 18 yrkingar úr 8 ymiskum yrkingasøvnum hjá Tóroddi Poulsen sum eisini hevur staðið fyri løgunum.
Eins og á fyrru fløgunum, sum eitur ?Rock Against Færøkitsch? og varð útgivin á vári í 2008, er talan um nakað av psykedeliskum kirkjupunki og óvaskaðum bluesrocki, men eisini meiri stillar framførslur við klaverpoetiskum undirspæli.
Meltingarvegurin er innspældur í upptøkuhølunum hjá Kaj Klein og hann hevur eisini staðið fyri upptøkuni, ljóðblandi og spælir millum annað ukulele og synthesizer. Garasjuguð sjálvur spælir guitar, sálmareiðhjól, klaver og eigur sjálvandi røddina. Navnframi Palle Hjorth, sum vit kenna úr Savage Rose og bólkinum hjá Peter Sommer spælir hammond, klaver og harmoniku og eitt sindur av synthesizer eisini. Joachim Ussing spælir bass eins og hann hevur gjørt tað fyri Lone Kellerman, Jomfru Ane Band og Niels Skousen.Trummuspælarin eitur Peter Dombernowski og hann spælir annars við heimskenda Howe Gelb í bólki hansara Giant Sand. Og Elin J. Smith syngur kór.
Plátufelagið Tutl er útgevari av Meltingarvegnum.