Tavan gavst ikki kortini

Herfyri bjóðaði Tavan í Leirvík øllum sínum arbeiðsfólkið til Týsklands í nakrar dagar. Hetta hevur virkið gjørt á hvørjum ári í nøkur ár, eftir at gulllaksavertíðin er liðug Ætlanin var eisini at gevast við gulllaksavirkseminum, tá virkið fór í summarfrí og leggja um til upsa, men nú hevur virkið kortini keypt fýra lastir av gulllaksi aftrat.

Í gjár keypti Tavan 360.000 pund av gulllaksi frá Polarhavi og Stjørnuni, sum landaðu í Saltangará. Hetta er soleiðis annar túrurin hjá hesum skipum, síðan Tavan annars ætlaði at gevast við gulllaksinum fyri í ár.

Hin fyrra túrin av hesum báðum seinastu høvdu Polarhav og Stjørnan 420.000 pund av gulllaksi og 40.000 pund av upsa.

Eins og Tavan nú fer at leggja um til upsaframleiðslu, leggja Polarhav og Stjørnan og hini fýra gulllaksaskipini eisini um til upsaveiði, men okkurt smávegis skal gerast, áðrenn leirvíkstrolararnir fara avstað aftur.

Tavan í Leirvík hevur keypt og virkað meira enn 11.000 tons av gulllaksi í ár, og tað er nógv meira enn nakað annað ár.